Tá Johan Dahl valdi Niels Mortensen sum nýggjan nevndarformann gekk hann ímóti tilráðingini frá eini samdari setanarnevnd.
Sambært aðalfundarsamtykt, sum Johan Dahl sjálvur hevði samtykt, skuldi ein setunarbólkur – mannaður av nevndarformanni og tveimum nevndarlimum – gera eina tilnevning, tá nýggir nevndarlimir og/ella nevndarformaður skuldu veljast.
Keldur hjá in.fo hava váttað, at Bergur Poulsen var tann, sum setanarbólkurin peikaði á. Sum skilst hevði Bergur játtað at taka við sessinum, og hetta valið varð eisini lagt fyri restina av nevndini, sum einmælt tók undir við hesum. Sum tað framgongur aðrastaðni her á síðuni, so valdi Johan Dahl ikki at fylgja tilnevningini, hóast hann sjálvur samtyki hesa áseting í viðtøkunum.
Lesið eisini: Noskwith spammar
Lesið eisini: Heldur ikki góðan leiðslusið
Lesið eisini: Johan Dahl virdi ikki egna samtykt
Lesið eisini: Útnevningarnar í Atlantic Airways brot á aðalfundarsamtykt