Berjast móti vindmyllum

Í viðmerking í dag skrivar Jó­han í Niðristovu, stjóri í Vind­røkt, at SEV altíð gevur øðr­um skylduna fyri sínar egnu feilir, og »at Sosialurin stuðl­ar hesum lyndinum, nú leið­arin ger greitt, at lógir eiga at broytast, so SEV kann sleppa at gera, sum tað vil.«

Hetta er nú tikið úr ein­um samanhangi, ella er odd­a­grei­n­in ikki nóg væl orðað. Vit taka ikki dagar ímillum, um tað er SEV ella Vindrøkt, sum fær kjansins at seta upp vind­myll­ur­nar. Tað var ta longu við­gerð­ar­tíð­ina í Vinn­u­kær­u­nevnd­ini, vit funn­ust at, og bóru sam­an við byggiloyvið hjá Varð­a­num Pelagic á Tvør­oyri – har lands­ins lógir vórðu broytt­ar, tí tær vóru so tvør­ligar fyri júst hetta bygg­i­loyvið.

Men tað er øllum púra greitt, so sum stjór­in í Vindrøkt sig­u­r, at SEV í áravís hev­ur stríðst eitt ó­skilj­andi stríð ímóti vind­myll­um. Hetta tykist tó tí­bet­ur at verða broytt.