Berlusconi sleppur undan rættarmálum

Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, sleppur undan at møta í rættinum í tveimum málum um svik og valdsmisnýtslu. Tað er støðan, eftir at ein meiriluti í Senatinum hevur samtykt eina lóg, sum steðgar báðum málunum.

Við 166 atkvøðum fyri og 130 ímóti samtykti Senatið tað, sum stjórnin kallar eina nýskipan á rættarøkinum, men sum sambært andstøðuni bara hevur til endamáls at bjarga teimum persónligu áhugamálunum hjá forsætisráðharranum.

Lógin hevur afturvirkandi gildi, og tað ger, at ákæruvaldið sleppa teimum báðum málunum um svik, skrivar AFP úr Rom.