Bernd og Besiktas við fullari ferð

Europa League Tey sum høvdu vónað, at Bernd Schuster og Besiktas fóru at taka sær av løttum í gjárskvøldið, fóru vónbrotin til húsar. Tí Bernd Schuster hevði valt fleiri av stjørnuleikarunum til at byrja inni og teir spardu seg ikki. Tað endaði við, at Besiktas vann ein lættan 4-0 sigur á Víkingi

Tað gingu bara tríggir minuttir, so hevði Besiktas longu lagt seg á odda 1-0 á Svangaskarði. So var støðið líka sum lagt. Løtu seinni lá bólt­urin aftur í málinum hjá Geza Turi og stórtap lá í luftini. Tá Besiktas vann fyrra dystin greitt, spurdi Sosial­urin Bernd Schuster, hví hann stillaði upp við Nihat, Ricardo Quaresma og hinum stjørnunum.
– Eg sá fyrra dystin millum HB og Red Bull Salzburg og hoyrdi síð­ani at HB hevði vunnið seinna dystin 1-0. Men tað er ikki tí, at eg valdi Nihat og Quaresma til liðið í kvøld, men heldur tí at teir skulu helst spæla 90 minuttir nú áðrenn kapp­ingin hjá okkum byrjar, sigur Bernd Schuster við Sosialin.

Jógvan Martin í øðini
Áðrenn farið varð til hálvleik hevði Besiktas skorað til 4-0. Víkingur hevði onkran einstakan møguleika upp á deyðbólt, men einki spurdist burt­ur­úr.
– Vit eru vána­ligir í verju­part­inum í fyrra hálvleiki. Tað eru kanska tveir leik­arar, ið spæla til eitt nøkt­andi støði. Vit høvdu fyri­reikað okkum so væl sum vit kundu, men tá dyst­urin byrjaði, gekk alt galið. Vit standa illa í verju­partinum og fáa ikki fatur á teim­um, sigur Jógvan Martin Olsen, venj­ari hjá Víkingi.

Tamur seinni hálvleikur
Teir undir 500 áskoðararnir fingu ikki nógv fyri pengarnir í seinna hálvleiki. Víkingur hevði stramm­að upp í verjupartinum og Besiktas leikararnir tóku sær meira av løtt­um. Úrslitið av tí varð, at Besiktas spældi bóltin sínámillum, men royndi sum so ikki at skora tey nógvu málini. Víkingur lá djúpt og hevði ilt við at skapa nakað fram­eftir.

Bernd Schuster um at møta Víkingi
– Tað torførasta við at spæla ímóti liðum sum Víkingi er, at tú kennir einki til tey. Tað er ikki møguligt at síggja tey í sjónvarpinum og tað er torført at fáa upplýsningar um lið­ini. Kappingin hjá tykkum er eisini í gongd nú og tekur tú tað hartil róliga, so er skjótt at okkurt óvæntað hendir, sigur Bernd Schuster.

Klára ikki avleveringar uppá 5 metrar
Víkingur var slett ikki at kenna aftur frá fyrra dystinum í fyrra hálv­eiki. Einki riggaði og teir blivu revs­aðir fyri mistøkini.
– Hetta er væl munurin á full­tíðar­leikum og áhugaleikum. Vit skuldu raka dagin, um vit skulu koma frá dystinum við skinninum á nøs­ini, men tá vit ikki klára at leggja avleveringar uppá fimm metrar, so er líkamikið. Vit møttu ikki einum liði, ið var 3-4 klassar betri enn vit, men nógv fleiri klassar betri, sigur Jógvan Martin Olsen.

Úrslitið sigur sina søgu
Spurdur um støðið hjá Víkingi svar­ar Bernd Schuster so:
– Úrslitið sigur sjálvandi sína søgu og tit vinna nokk ikki Champions League ella Europa League. Tit eru eitt lítið land, men tit kunnu fáa nógva royndir av at royna tykkum ímóti størri liðnum. Mill­um annað tað at sleppa at spæla framman fyri 30.000 áskoðarum, sum Víkingur gjørdi í fyrra dyst­inum. Víkingur má so gera tað besta teir kunnu, staðfestir Bernd Schuster til seinast.

Vit mangla nógv enn
Dysturin í gjárskvøldið staðfesti bara munin millum Víking og Besiktas. Og hann er stórur, kanska alt ov stórur. Nú hava øll tey før­oysku liðini roynt seg í Evropa í ár og vit fingu bara ein sigur. Restin varð tap og tað á ein hátt ikki gott nokk. Vit hava nógv eftir at læra í Evropa og vónandi kann Víkingur læra nógv av dystinum í gjár, tí teir høvdu eitt ungt lið á vøllinum og vónandi koma hesir at gera um seg næstu ferð Víkingur spælir í Evropa.
trondur@sosialurin.fo