Donald Trump er »tann vandamiklasti forsetin í nýggari típ«, sigur Bernie Sanders á veljarafundi.
Tann 77 ára gamli senatorurin Bernie Sanders fór í gjár undir valsdystin at gerast forseti í USA í 2020.
Tað var, tá hann hevði sín fyrsta veljarafund, síðani hann 19. februar boðaði frá, at hann fer at royna at gerast valevni hjá Demokratunum til forsetavalið.
Á fundi í Brooklyn heitti hann á amerikanarar úr øllum samfelagsbólkum um at koma við til eina politiska kollvelting.
Harumframt ávaraði hann um eina uppgerð við forsetan Donald Trumð, sum hann segði vera tann »vandamiklasta forsetan í nýggjari tíð«.
– Vit siga tað hart og týðuliga, at grundleggjandi prinsippini í okkara stjórn ikki vara at vera grammleiki, hatur og lygnir. Tað verður ikki rasisma, sexisma, xenofobi, homofobi og átrúnaðarligt snavurskygni, segði Sanders.
Hann er annars ikki í sjálvur í iva um, at hann tryggjar sær bæði at gerast valevni hjá Demokratunum og at hann vinnur forsetavalið i 2020.
Málið hjá Sanders verður millum annað at veita ókeypis atgongd til heilsuverkið, ein minstaløn upp á 15 dollarar – 99 krónur – og ein minkað stuðulsskuld.
Á veljarafundinum í gjár í New York-býarpartinum Brooklyn lovaði hann eisini at stríðast fyri »búskaparligum rættvísi, sosialum rættvísi, rasurættvísi og rættvísi fyri umhvørvi«.
Tað er aðru ferð, at Bernie Sanders roynir at gerast valevni hjá Demokratunum til forsetavalið. Fyrru ferð var var í sambandi við forsetavalið í 2016. Tá vann Hillary Clinton á honum.
Fleiri amerikanski politikarar hava boðað frá, at teir ætla at gerast valevni hjá Demokratunum til forsetavalið.
Sanders verður metur sum ein av favorittunum at vinna slagið.
Hann fekk eisini eina góða byrjan. Fyrst samdøgrið eftir at hann hevði boðað frá, at hann fór at stilla upp, fekk hann stuðul frá 223.000 veitarum, sum góðu honum tilsamans 39 milliónir krónur.
/ritzau/AP