Talið av fosturtøkum í Føroyum liggur um 50-60 árliga. Hetta talið verður tó skírt at vera ein ósonn mynd av, hvussu nógvar føroyskar kvinnur veruliga taka fosturtøku. Eitt av høvuðsargumentunum ímóti núverandi lóg er, at hon er dupultmoralsk. Hon heldur føroyska fosturtøkutalinum niðri á einum lágum, penum tali, samstundis sum føroyskar kvinnur í hópatali fara niður og fáa fosturtøku framda har, um tær eftir føroysku lógini fáa nei til ynskta fosturtøku.
Spurningur um føroyskar fosturtøkur í DK
Stutt fyri jól setti fólkatingslimurin fyri Radikale Venstre, Naser Khader, veruliga eld í kjakið, tá hann vildi broyta føroysku lógina til at verða eins og ta donsku, t.v.s, at fosturtøkan skal verða frí. 10. februar í ár setti sami Naser Khader fram spurning til innanríkis- og heilsumálarádharran, Lars Løkke Rasmussen, og bað hann kanna hvussu nógvar føroyskar kvinnur árliga fara til Danmarkar at fáa fosturtøku framda. Hann vildi eisini fegin síggja statistikk yvir tølini. Spurningurin var soljóðandi:
»Kan ministeren oplyse, hvor mange færøske kvinder der årligt får foretaget abort i Danmark, og vil ministeren tage intiativ til en statistisk opgørelse, såfremt en sådan ikke allerede foreligger?«
Grundgevingin til spurningin var, at hann vildi hava veruliga talið á føroyskum fosturtøkum fram. Við núverandi skipan sæst ikki hvussu átroðkandi tað er við eini liberalisering av lógini, tí so nógvar kvinnur velja at fara til Danmarkar. Tað er alneyðugt at fáa staðfest um føroyska lógin virkar fyribyrgjandi ella um hon bert er sum ein slúsa til donsk sjúkrahús.
Men um Naser Khader við spurningi sínum ætlaði at avdúka føroyskan dupultmoral, royndist tad ein veruligur boomerangur.
Eittans dømi
Skrivliga svarið frá Lars Løkke Rasmussen, sum kom týsdagin 24.februar, tekur fullkomiliga grundarlagið undan ákærunum um, at føroyingar eru dupulmoralskir í fosturtøkuspurninginum, tí vit lata okkara fosturtøkur koma upp í danska statistikkin. Heilsumálaráðharrin staðfestir nevniliga, at í tíðarskeiðnum 1999-2002 var bert ein føroysk kvinna skrásett at hava fingið fosturtøku framda í Danmark:
»Der synes ikke at være tale om, at færøske kvinder i større tal tager til Danmark for at få foretaget abort. En trækning fra Landspatientregisteret viser således, at der i den fire-årige periode 1999-2002 kun var én kvinde med bopælsamt på Færøerne, som fik foretaget abort i Danmark.«
Henda staðfesting ger veruliga høvuðsargumentið móti galdandi skipan til einkis. Tað er við hesum staðfest, at lógin ikki er ein slúsa sum sendir føroyskar kvinnur til Danmarkar.
Heilsumálaráðharrin tekur kortini eitt fyrivarni, tá hann sigur, at »Der synes ikke at være tale om«. Orsøkin til hetta fyrivarni kann hugsast at vera, at nakrar føroyskar kvinnur flyta til Danmarkar, áðrenn fosturtøkan verður framd. Gera tær tað, koma tær ikki í statistikkin sum føroyingar, men sum danir.
Vit hava tí vent okkum til Turid Holm, serlækna, og biðið hana meta um, hvør orsøkin er til, at næstan eingin føroysk kvinna tykist fara til Danmarkar at fáa fosturtøku.