Bert ein spælir uttanfyri Chile

16 spælarar eru tiknir út til hópin hjá Chile, sum spælir fyrsta HM-dystin ímóti Føroyum í Algeria komandi týsdag

Hondbólts-Føroyar gera klárt til størstu avbjóðingina nakrantíð.

 

Komandi týsdag klokkan 14 verður ein varði í føroyskari hondbólts- og føroyskari ítróttarsøgu. Tá spælir føroyska U21 manslandsliðið í hondbólti fyrsta dystin, sum nakað føroyskt bóltspælslið nakrantíð hevur spælt í einum HM-endaspæli. 

 

Mótstøðuliðið hjá Føroyum henda dagin verður Chile. Chilenski venjarin, Mateo Garralda hevur tikið út hesar 16 spælararnir at manna HM-hópin hjá chilenska U21 landsliðnum:

 

Málverjar: Matías Canton (Santiago Steels) og Nicolás Parada (CD Luterano).


Vinstru vengur: Francisco Avendaño (CB Viña del Mar), Simón Aguilera (BM Ovalle) og Nicolás Hernández (BM Ovalle).


Vinstru bakkar: Diego Arancibia (Italian BM) og Reinaldo Gómez (Santiago Steels).

 

Spælskiparar: Ignacio Porta (CB Viña del Mar) og Aaron Codina (Pinheiros, BRA).


Høgru bakkar: Diego Johnson (CD Luther) og Julio Baumann (CUBLA).


Høgri vongur: Maxilimiano Cabrera (Club F Deportes).


Strikuspælarar: José Luis López (Union Machalí), Vicente Correa (CUBLA), Ignacio Vidal (DPV Kutral) og Enzo Toro (Italian BM).

 

Vert at geva gætur, at tað er bara spælskiparin, Aaron Codina, sum spælir uttanfyri Chile. Hann spælir í Brasil. 

 

Chile vann seg í HM-endaspælið í Algeria við at vinna bronsu í panamerikanska meistaraskapinum fyri U21 landslið. Í bronsufinaluni vunnu teir 23-18 á USA.

 

Um veikleikarnar og styrkirnar hjá chilenska liðnum sigur venjarin, Mateo Garralda við heimasíðuna hjá altjóða hondbóltssamgonguni, IHF: - Okkara størsta styrki er leikferðin hjá okkum í bæði álops- og í verjuspælinum. Veikleikin er, at vit missa ov nógvar bóltar, og vit skjóta ov illa úti frá.

 

Í HM-endaspølunum fyri U21 landslið í 2015 og í 2013 endaði Chile næstaftast av teimum 24 londunum, sum kappaðust. Frægast gekk í 2005 og í 2007, tá Chile gjørdist nummar 20 av teimum 24 londunum. Mateo Garralda sigur, at málið hjá Chile er at fáa bestu endastøðuna nakrantíð, also nummar 19 ella betur.

 

Chilenska A-landsliðið vann 37-29 á Grønlandi, tá kappast var um panamerikanska meistaraskapið fyri A-landslið í 2016. Leingi var tó javnt í tí dystinum. Í steðginum var javnleikur 16-16. Ingi Olsen var hjálparvenjari hjá Grønlandi. Sami Ingi Olsen er hjálparvenjari hjá føroyska U21 landsliðnum.