FÓTBÓLTUR
Um vikuskiftið vóru tríggjar fjórðingsfinalur, og ein hangandi áttandapartsfinala spæld í siðvandu FA Cup-steypakappingini, sum gongur heilt aftur til 1872, og sum er heimsins elsta fótbóltskapping.
Manchester United, Everton og Chelsea hava øll vunnið FA Cup nakrar ferðir ígjøgnum árini, og nú verður bíðað eftir hvat felag skal fylgja teimum til hálvfinaluna. Talan verður antin um Hull ella Arsenal.
Tevez var eyðsýndur
Argentinski framherjin hjá Manchester United, Carlos Tévez var rættiliga eyðsýndur í dystinum millum Fulham og Manchester United. Longu tá 20 minuttir vóru spældir, byrjaði Tévez málveitsluna við einum góðum stútara. Michael Carrick tók eitt horna, sum fór umvegis Wayne Rooney og beint á pannuna hjá Wayne Rooney, sum stýrdi bólti í netið. Eitt korter seinni økti Tévez til 2-0 við einum kanónskoti, sum Fulham-málverjin, Mark Scwarzer ikki hevði nakran møguleika at taka.
Hóast Tévez hevði ynskt meiri spælitíð á liðnum, so hevur hann kortini havt stóran týdning fyri liðið. Serliga í steypadystunum. Av teimum 12 málunum, sum Tevez hevur skotið hetta kappingarárið, er heili níggju skotin í League Cup- og í FA Cup-kappingini.
Wayne Rooney økti til 3-0 við einum langskoti, fimm minuttir út í seinna hálvleik. Koreanin, Ji Sung Park staðfesti sigurin, tá smáir 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Hetta hendi aftan á eina skeiva sending frá Fulham-spælaranum, Zoltán Gera.
Chelsea vóru ikki hóttir
Chelsea stillaði við sterkastu manning ímóti Coventry á Ricoh Arena í Coventry, og var tað eisini Chelsea, sum hevði tamarhald á dystinum. Longu tá 15 minuttir vóru farnir, hevði málslúkurin, Didier Drogba, lagt Chelsea á odda. Drogba fangaði bóltin frá Scott Dann, fór fram við málverjanum og setti bóltin í netið við vinstra fótinum.
Frank Lampard hevði eisini eitt rimmar langskot í fyrra hálvleiki, men málverjin hjá Coventry, Kieran Westwood, fekk jústað bóltin út til hornaspark.
Sigursmálið hjá Chelsea kom eisini aftaná eitt mistak, men tað eru jú mistøkini, sum skilja tey stóru liðini frá teimum smáu. Ricardo Quaresma spældi bóltin yvir til Alex, sum ongar trupuleikar hevði við at økja til 2-0. Coventry megnaði ongantíð at svara aftur í dystinum.
Everton tók seg saman
Á Goodison Park møttust Everton og Middlesbrough. Liðini høvdu gjørt næstan gjørt klárt til at fara til hálvleiks, tá David Wheater hjá Middlesbrough frá stuttari fjarstøðu skoraði til 1-0. Everton-málverjin, Tim Howard royndi at halda bóltinum innan fyri málstrikuna, men til onga nyttu.
Everton-venjarin, David Moyes má hava ruskað í sínar menn, tí Everton tyktist at vera hamskiftir, tá teir komu út í seinna hálvleik. Frá byrjan legði Everton stórt trýst á Middlesbrough, og longu aftan á fimm minuttir gav hetta úrslit. Tim Cahill sendi ein bólt inn í brotsteigin. Málverjin hjá Middlesbrough, Brad Jones kom skeivt út úr málinum, og so var lag á manni hjá Marouane Fellaini at stúta bóltin inn í eitt opið mál.
Everton helt fram við at trýsta, og stutt aftaná fall sigursmálið til 2-1. Steven Pienaar legði ein bólt inn til Louis Saha, sum sera hegnisliga stútaði bóltin í netið til 2-1.
Eftir hetta hevði Everton nógvar málmøguleikar aftrat, meðan Middlesbrough ikki hevði nógv at bjóða uppá, og The Toffees kundu fegnast um at hava rokkið FA Cup-hálvfinaluni.
Arsenal-perlur
Ein áttandapartsfinala lá eftir, og var hon millum Arsenal og Burnley á Emirates Leikvøllinum í London. Burnley megnaði ikki at gera tær stóru skreytirnar, og Arsenal vann ein tryggan 3-0 sigur, eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Nú eru bara Premier League-feløg eftir í kappingini, og Arsenal skal spæla ímóti Hull í síðstu fjórðingsfinaluni.
Carlos Vela byrjaði málveitsluna hjá Arsenal, tá 25 minuttir vóru spældir. Hetta var aftan á gott forarbeiði frá Andrej Arshavin, sum fekk prógvað sín dugnaskap, eftir at hann alment hevur viðgingið, at Premier League er torførari, enn hann upprunaliga helt.
Tá seks minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, økti Eduardo við mestsum einum hælsparki til 2-0, eftir gott samstarv við Alex Song.
Og tá seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, staðfesti Emmanuel Eboue sigurin fyri Arsenal við at skora til 3-0. Alex Song var aftur arkitekturin, hesaferð við einari góðari sending við hælinum inn til Eboue. Talan var um tríggjar sannar perlur hjá Arsenal, sum annars hevur havt stórar trupuleikar við at skora mál.