Dagfinn Olsen
Myndir: Jens Kr. Vang
Niels Henning Ørsted Pedersen, eisini róptur NHØP, leggur ikki í at vera stjørna, hóast hann er millum kendastu bassleikarar í heiminum.
- Eg eri bert sonur Pedersen í heimbygdini, sigur hann og flennir.
Hann er føddur í 1946.
- Pápi og mamma høvdu ein eftirskúla og har eri eg uppvaksin. Í skúlaumhvørvi. Sjálvsagt eri eg merktur av foreldrum mínum, tað eru øll børn. Í mínum føri er tað so, at foreldrini vóru (ella mamma er, tí hon livir enn) grundtvigianarar. Grundtvig, danski heimspekingurin og presturin, ið m.a. legði støðið undir fólkháskúlan og eftirskúlan og frískúlan. Í hesum eri eg uppvaksin, greiðir NHØP frá.
Niels Henning greiður frá, at í skúlaumhvørvinum var nógvur sangur og tónleikur og hann nevnir m.o, tónaskaldið Carl Nielsen.
- Mamma spældi, var organistur, og síðani systir mín og hon spælir á skúlanum enn. Mamma var eisni organistur í lokalu samkomuni og pápi sang fyri, eg var jú við, so eg havi hoyrt tónleik alt mítt lív, sigur Niels Henning.
- Eg hevði sjálvsagt fegin viljað spælt fótbólt, tað var kanska eisni tað eg dugdi best, men eg var yngstur av 5 systkjum, so valið var ongatíð mítt. Eldru beiggarnir avgjørdu alt og teir leiktu Parker og Basie, men tá havi eg verið um null ár og hinir hava lastað meg við hesum. Sostatt er ógjørligt at siga, nær eg gjørdist jazztónleikari. Hinvegin havi eg tann fyrimun, at eg altíð havi hoyrt ymiskan tónleik. Mær dámar líka væl klassiskan tónleik og vísur, sum t.d. jazz, sigur Niels Henning.
- Eg var yngstur, og hinir høvdu longu valt ljóðfør, so bert bassurin var eftir til mín, flennir NHØP, tá hann verður spurdur um, hví hann júst valdi bassin.
Bassurin.
Søgur ganga ofta um ljóðførini hjá kendum tónleikarum. At okkurt serstakt er við teimum, og ofta hava teir givið ljóðførinum navn. Soleiðis er eisini við NHØP og bassi hansara, men hann avsannar.
- Nei, hatta er ein íspunnin søga. Men rætt soleiðis at skilja, at tá ein hevur nýtt so nógva tíð við ljóðførinum, so líkasum rennur saman ímillum. Ikki tað, at mín bassur er túsund ferðir betri enna aðrir bassar. Men ein hevur nýtt nógva tíð við einum ljóðføri og tað er ógvuliga persónligt, viðgongur NHØP.
- Men um bassurin hjá mær ein dag ikki er longur, so veit eg ikki...
So gongur heilt sikkurt rúm tíð, áðrenn eg spæli aftur. Ein kennir ljóðførið so væl. Har kunnu vera veikleikar, sum onnur ikki hoyra, men sum ein sjálvur merkir. Av sær sjálvum bøtir tú uppá hetta við at lata vera við at taka ein tóna júst har, men tekur hann aðrastaðir. Sambandið við ljóðførið er so sterkt og intimt, greiðir Niels Hennig frá.
Og bassurin er ikki av teim dýrastu ella av flottasta slag.
- Nei, tað er í grundini løgið. Í ?63 fór eg inn í ein handil í Studiestræde (Keypmannahavn, blðm) og har høvdu tey júst fingið nakrar bassar úr Týsklandi, har ein var frá 1830. Eg hevði tá ein dýran nýggjan bass, men mær dámdi hann ikki. Eg fór so inn, royndi A-strongin á einum bassi og hann hevði júst ljóðmin, ið eg vildi hava. Eg keypti bassin, ið kostaði 3000 kr, men sum tónleikari fekk eg avsláttur, og fekk bassin fyri 2700 kr., minnst NHØP og flennir.
- Men hetta var í 63, so eitt sindur av pengum hevur hetta verið. Men bassurin var í ringum standi, vísti tað seg. Í dag er bert kroppurin upprunaligur og bassurin stendur mær í dag í eini 200.000 krónum.
Tónleikaleiðin
- Tá eg byrjaði var lív á danska jazz-pallinum og ikki nógvir bassleikarar, so eg var heppin. Gamla Montmartre læt upp og har vitjaðu mangir amerikumenn. Um eg spældi væl ella illa, so var arbeiði at fáa, sigur Niels Henning lítillátin.
Niels Henning metir Kenny Drew at hava havt stóran týdning fyri seg. Hesin amerikanski pianoleikarin var nógv í Danmark og Europa.
- Tá so amerikanarar komu, so kendu teir meg og Kenny Drew, so vit gjørdust eitt slag av húsbólki hjá teimum ferðandi, sigur NHØP.
- Kenny kom til Danmarkar um 1962, tá eg var 15 ella 16 ár. Vit gjørdust sera góðir vinir. Hann var humanist og skemtingarsamur og honum lærdi eg nógv av, sigur NHØP.
NHØP sigur tað týdningarmesta vera at samskifta og skilja hvønnannan, tá spælt verður. Hann sigur seg t.d. kunna nevna fleiri kendar guitarleikarar, ið hann ikki kundi hugsað sær at leikt við. Eisini skal samskiftið fara útum palleggina, so áhoyrarin er við. At siga, at áhoyrarin er býttur og einki skilir, tað kann ikki nýtast at ganga út frá, heldur NHØP.
Familjan
Men hvussu er at vera ferðandi tónleikari og kendur, tá ein hevur familju?
- Ja, tað hevur altíð verið so. Vit giftust tá eg var 25 ár og tá var yrkisleiðin byrjað. Hetta lívið hevur givið okkum nógvar góðar løtur, vit hava næstan verið verðina runt saman. Men vit hava eisini verið burtur frá hvør øðrum, og tað er í veruleikanum eisni ógvuliga gott. Og ein møguleiki sum hesin, nú dótturin hevur eitt vánaligt knæ, og nærum ger mammuna svaka, so kunnu tær koma við. Det er ikke dårligt, skemtar NHØP við einum brá, ið boðar frá skemti og kenslum.
- Ein missir sjálvsagt nógv. Men um ein ikki ferðast meira enn 14 dagar í senn, og hevur samband heim, so gongur tað. Eg havi verið burtur, har eg havi saknað familjuna øgiligt. Einaferð var eg 6 vikur burtur og tað er ov mikið, sigur NHØP.
- Hvussu tað er at vera kendur er upp til tín sjálvs og hvussu tú uppførir teg. Sjálvsagt eru fyrimunir og nógv fólk vilja fegin vera vinarlig. Men misnýti eg tað, at eg eri kendur fyri at fáa egnar fyrimunir, so komi eg skjótt í ringt ljós. Skikkar ein sær hampuliga, so eru fólk vinarlig.
William Heinesen
Niels Henning Ørsted Pedersen hevur fleiri ferðir verið í Føroyum, sjálvur metir hann einar 4 - 5 ferðir.
- Líka síðani eg byrjaði at ferðast havi eg lagt til merkis, at nógv av tí, ið nógvum dámar, tað sigur mær ikki tað stóra. At spæla í Los Angeles ella líknandi støð, sigur mær nógv minni, enn at koma her. Tí havi eg eisini tikið familjuna við. Eisini haldi eg, at William Heinesen er hin størsti høvundurin yvirhøvur, tí ein í einum lítlum samfelag kann skapa mest um mennisjkalívið. Hetta prógvar eisini tað, ið eg meini, at tað hevur einki at gera við, um tú fyrst hevur milliónirnar ella ert so og so kendur. Innaru eginleikarnir telja og tað finnur ein best í smáum samfeløgum. Eg haldi vit, tær smáu tjóðirnar, síggja alt øðrvísi og hava sjálvironi, sum hjálpir okkum at yvirliva sigur Niels Henning Ørsted Pedersen.
Hann hevur lisið William Heinesen, síðani hann var skúladrongur, men visti annars ikki so nógv um Føroyar, áðrenn hann vitjaði fyrstu ferð í 1986.
Á ferðini ætla hann og familjan at vitja húsini hjá William Heinesen og annars at hyggja seg um. Han hevur heima greitt frá hesum vøkru grønu oyggjum og nú gleðir hann seg at upliva Føroyar saman við familjuni.