Tað endaði 1-1, tá ið TB í dag bað bestu deildini farvæl á hesum sinni.
B68 var gestur í Trongisvági, og eftir innlegg úr vinstru frá Marjus Nón var tað Sebastian Lau Nielsen, sum við nærra stólpa stakk seg fram og stýrdi bóltin í málið. Sebastian Lau Nielsen skoraði sjey mál í hesum kappingarárinum, og hann var toppskjútti hjá B68.
B68 skoraði fimm minuttir eftir steðgin, og fagnaðurin í reyðu leguni hevði ikki lagt seg, so lá bólturin í málinum aftanfyri Tórð Thomsen. Tá ið TB hevði givið bóltin upp royndi miðverjin Musah Armah seg við langari sending. Bólturin datt niður innanfyri B68 miðverjuna, og so var Samudeen Musah fyrstur á og lyfti bóltin í bleytum boga uppum B68 málverjan og so var 1-1.
Samudeen Musah er suverenur TB toppskjútti við 10 málum. Næstur honum á málskjúttaralistanum hjá TB er Mohamed Samba, sum skoraði sjey mál, áðrenn hann sleit krossbandið og ikki hevur verið á vøllinum, síðani oyggjauppgerðina í Trongisvági 28. september, tá ið tað endaði 2-2, og Samba noyddist av vøllinum, tá ið tað restaðu 13 minuttir.
B68 endaði kappingarárið við 26 stigum, og tað rakk til sætta plássið. So nógv stig hevur B68 ikki vunnið síðani 2022, tá ið B68 vann 30 stig og endaði á sætta plássi.
TB flutti niður bæði í 2023 og í 2021. TB var í bestu deildini øll árini frá 2015 og fram til 2020. Tvey av árunum mannaði TB lið saman við FC Suðuroy og Royn. Tað var í 2017 og 2018. Tá var úrtøkan ávikavíst 27 stig og 29 stig, og liðið hjá suðroyingum endaði á sjeynda og áttanda plássi.
TB – B68 1-1 (0-0)
0-1: Sebastian Lau Nielsen
1-1: Samudeen Musah
Dómari: Dagfinn Forná
TB: Olivur Øster – Torkil Holm, Musah Armah, Ragnar Joensen, Tummas Pauli Christiansson – Mattias Dal Djurhuus, Amidou Diop, Joel Sundström, Erik Johansen – Aron Arnholdsson, Samudeen Musah
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksander Ó. Jensen, Aron Reinert Hansen, Marius Nón – Emanuel Kulego, Hanus Højgaard, Patrick Mensah, Sebastian Lau Nielsen, Djóni Samuelsen – Jóhan Josephsen











