Annfinn situr í býráðnum fyri Sambandsflokkin. Sunnvá fekk á seinasta býráðsvali næstflestar atkvøður á Sambandslistanum. Hon er sostatt varafólk fyri Annfinn Brekkstein, tá hann ikki fær møtt á býráðsfundi.
Hetta er aðru ferð í ár, at Sunnvá Dahl Høgfeldt hevur tikið sæti í býráðnum.
Sunnvá er 30 ára gomul. Hon hevur stóran áhuga fyri tí, ið hendir í Tórshavnar Kommunu, og verður hetta neyvan seinastu ferð, at hon verður at síggja á býráðsfundi í Havn.
##med2##












