Gevst í politikki
Nú hann leggur árarnar inn í føroyskum politikki og harvið ikki verður við til at avgera, hvør kemur í eitt komandi landsstýrið spurdu við Finnboga Ísakson hvønn tjans hann gevur verandi samgongu at kunna halda fram eftir valið?
-Fær hon meiriluti haldi eg hon hevði kunnað funnið eitt samstarvsskjal, sum hevði verið brúkiligt. Men eg ivist í, um hon fær meiriluta. Har er vert at hava í huga, at Sjálvstýrisflokkurin stendur ikki væl í tí, og hyggja vit at Fólkatingsvalinum og veljarakanningunum higartil, so hevur hin stóri samgonguflokkurin ikki staðið seg serliga væl. Tað kann sjálvandi broytast á løgtingsvalinum, men tað er ymiskt, sum bendir á, at henda samgongan missir meirilutan á valinum.
-Verður Tjóðveldisflokkurin størstur eftir valið og kann koma í eina samgongu, eigur hann so at krevja løgmann?
-Nú var hann størstur seinast og fekk ikki løgmann. Heldur man, at ein fær nóg nógv burtur úr politikkinum, hóast tú ikki hevur løgmann, so eigur man at taka tað, men annars hevði tað verið náttúrligt, um flokkurin bleiv størstur, at hann fekk løgmann. Finnbogi Ísakson vísir á, at Tjóðveldisflokkurin hevur verið í tveimum landsstýrinum, har hann hevur verið størstur men kortini ikki fingið løgmanssessin.
Stóra samgongu
Hvat sigur Finnbogi Ísakson til, at smáir flokkar eru tungan á vágskálini í eini samgongu ? heldur hann tíðin er komin til at skipa samgongur við størri parlamentariskum grundarlag?
-Mær hevur altíð dámt betur stórar samgongur. Kunnu vit fáa ein brúkiligan samstarvssáttmála millum Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin og man heldur seg til hann, so er tað mítt besta boð eftir komandi val.
Finnbogi Ísakson heldur tað er ein hampuliga góður møguleikar fyri, at vit fáa eina slíka samgongu. ?Vit sleppa ikki uttan um, at tað skulu fremjast týðandi stig á sjálvstýrisleið, og har er tað so spurningurin, hvussu langt Javnaðarflokkurin vil fara. Tað er tað, sum kann blíva ein knútur.
-Løgmaður sigur, at valið fer at snúgva seg um ferðina á yvirtøkum. Er tú samdur í tí?
-Tað er helst nakað um tað.
-Oddamenn í tínum flokki hava fyri kortum sagt, at vit kunnu taka fullveldi um fýra ár!
-Eg havi altíð hildið, at man kann taka fullveldi í dag. Men tá man skal seta seg niður og tosa við aðrar flokkar, so veit man, at tað krevur eisini at hava atlit til teirra sjónarmið.
Størsta hendingin
Nú hann gevst í politikki med alla spurdu vit Finnbogi, hvat hann heldur er tann besta og størsta hendingin hann hevur upplivað øll hesi 32 árini?
-Tað er at vit av álvara eru farin at minka um stuðulin úr Danmark. Eg dugi ikki at sígggja, at vit koma víðari við okkara høvuðsmáli, sum eru einar sjálvstøðugar Føroyar, uttan so at vit sleppa okkum av við blokkstuðulin.
Hann heldur ikki tað er so avgerandi, innan fyri hvat áramál vit minka um henda stuðul, men tað er umnráðandi, at tilgongdin heldur fram, at tað ikki kemur steðgur í.