Besta comeback nakrantíð?

Upptraðkanin hjá Britney Spears til MTV Video Music Awards herfyri liggur í løtuni sum nr. 1 yvir bestu comebacks nakrantíð.

Hon vann heili tríggjar prísir til handanina og hon imponeraði øll við einari flottari upptraðkan, har hon sá sunn og vøkur út. Hetta var heilt annaðleiðis enn hennara katastofala upptraðkan til MTV Video Music Awards síðsta ár.

 

John Sewel frá Onepoll, sum stendur fyri bretsku atkvøðugreiðsluni, sigur við Bang International:

- Bretarnir elska succes-søgur og fyri átta mánaðum síðani sá tað út til, at Britney var liðug sum songkvinna. Í februar vóru vit sjokeraði, tá ið Britney var innløgd á eina psykiatriska deild. Men hóast alt eydnaðist tað henni at hava eina sera góða framførslu til MTV-handanina. Nú vóna øll bert, at komandi fløga Britneys fer at prógva, at hon aftur er í toppformi.

 

Onepoll topp 10 listin fyri bestu comeback?ini sær soleiðis út:

 

1. Britney Spears

2. Take That

3. Kylie Minogue

4. John Travolta

5. Robert Downey Jr.

6. Robbie Williams

7. Frank Sinatra

8. Bon Jovi

9. Kate Moss

10. Spice Girls