Í sendingini SportBoxin, sum var á Rás 2 í morgun frá 10:00 til 12:00, var málmanslegendan, Jens Martin Knudsen, gestur í seinna tímanum frá 11:00 til 12:00.
Í tímanum metti Jens Martin Knudsen um komandi umfar í Effo-deildini, umframt at hann hugleiddi um løtur á føroyska landsliðnum.
Til endans í tímanum, valdi Jens Martin Knudsen eisini teir ellivu bestu, sum hann hevur spælt saman við á føroyska landsliðnum. Jens Martin Knudsen greiddi frá, at kapping var um øll plássini, og at tað til okkurt av plássunum var ringt at velja tann eina út.
Niðanfyri ber til at síggja liðið hjá Jens Martini Knudsen, ið er stillað upp í einari 4-2-3-1 formatión:
Málverji: Jens Martin Knudsen
Høgri bakkur: Julian Frank Hansen
Miðverji: Símun Petur Justinussen
Miðverji: Óli Johannesen
Vinstri bakkur: Øssur Hansen
Mitt á miðvøllinum: Súni Olsen
Mitt á miðvøllinum: Torkil Nielsen
Til høgru á miðvøllinum: Jákup á Borg
Fremstur á miðvøllinum: John Petersen
Til vinstru á miðvøllinum: Kári Reynheim
Áleypari: Todi Jónsson
Aðrir leikarar, ið Jens Martin Knudsen hevði í tonkunum tá hann setti liðið: Jákup Mikkelsen, Per Strøm, Pól Thorsteinsson, Allan Mørkøre, Jóannes Jakobsen, Hans Fróði Hansen, Tummas Eli Hansen, Mikkjal Danielsen, Jan Dam, Jens Kristian Hansen, Abraham Løkin, Jens Erik Rasmussen, Julian Johnsson, Fróði Benjaminsen, Jan Allan Muller, Christian Høgni Jacobsen, Eyðun Gaardbo, Henning Jarnskor, Uni Arge, Rógvi Jacobsen og Kurt Mørkøre.