KAPPRÓÐUR
Høvuðsstaðurin fór við fimm av seks sigrum í fyrstu FM kappingini, sum var í Klaksvík leygardagin. Og tað var um reppið, at allir seks vinnararnir vóru úr høvuðsstaðnum. Smyril úr Vági syrgdi fyri, at ikki allir vinnararnir vóru úr Suðurstreymi. Blikur av Argjum vann genturóðurin, og vinnararnir í fýra kappingum ? 5-mannafør dreingir, 6-mannafør kvinnur, 8-mannafør og 10-mannafør ? vóru úr Havnar Róðrarfelag. Avrikið hjá HR minnir ikki so lítið um 1996, tá ið fýra manningar hjá HR vunnu FM.
Talan var leygardagin um besta úrslitiðå hjá Havnar Róðrarfelag í Klaksvík síðani í 1974. Tá var bara kappast í fýra róðrum ? 6-mannaførini vóru ikki farin at kapprógva tá. Sílið vann við dreingjum og gentum, Ørvur vann kappingina millum 8-mannaførini og Havnarbáturin vann eisini.
Ta ferðina var oysandi regn í Klaksvík. Leygardagin kendist úr honum. Líkindini vóru einki serlig úti á Vánni.Frá Kósini av og inn á málið var tað ikki so galið. Landssynningurin bar við sær, at tað skjótari gjørdist slættari hjá bátunum, sum lógu eystari.
Neyvan nakar ivast í, at talan var um røttu vinnararnar. Í kappingunum, har eystastu bátarnir vunnu, var fjarstøðan frá teimum fremstu og til teir næstfremstu ógvulliga stór. Kortini varð fleiri ferðir havt á munni millum róðrarhugað leygardagin, at tað var spell, at umstøðurnar ikki vóru heilt tær somu at kappast hjá fremstu bátunum. Møguleikin varð aftur nevndur at skipa fyri kvalifikatiónsróðri undan norðoyastevnuni, soleiðis at tað eisini í fyrstu FM kappingini skal bera til at leggja favorittarnar undir liðini á hvørjum øðrum og miðskeiðis í feltinum.
Tá ið Smyril kom á Havnina leygarkvøldið var skipað fyri móttøku fyri nógvu vinnarunum úr Suðurstreymi, og Smyril úr Vági fekk eisini stórfingna móttøku, tá ið hann kom suður.
Nú eru manningarnar farnar at fyrireika seg til næstu FM kappingina, sum verður á Strondum annan leygardag. Á Fjarðarstevnu, sum nýggja FM kappingin verður nevnd í kappróðrarskipanini.