Besta songkvinna: Eivør

Eivør Pállsdóttir er eitt kent navn í føroyskum og íslendskum tónleiki, í ár hevur hon tikið stór lop inn á danska marknaðin, har hon nú javnan spælir konsertir.

Eivør gav í vár fløguna Trøllabundin út saman við Danmarks Radio Big Band. Hon hevur eisini verið á konsertferð við hesum orkestri. M.a. spældu tey eina stórfingna konsert í Opera húsinum í Keypmannahavn.
Røddin hjá Eivør er tiltikin góð. Hon vann heilt ung Ársins Songrødd, og í 2001 vann hon Prix Føroyar við Clickhaze. Hon hevur higartil givið fimm fløgur út, her telist maksifløgan við Clickhaze ímillum. Harumframt hevur hon luttikið á alskyns upptøkum og savnsfløgum.
 
Atkvøða: Send »pla bk 1« til 1441