Besti Dansibólkur í Dansifrøi

Um vikuskiftið var kappingin Besti Dansibólkurin 2022 hildin í Dansifrøi.

Hetta er fyrsta dansikappingin av hesum slag. Luttøkan var góð, og tað vóru heili níggju bólkar við í kappingini.

 

– Børnini vóru sera dugnalig og kreativ. Kravið var, at man skuldi gera sín egna dans, men við fríum vali av dansistíli, siga fyrireikararnir.

 

Á pallinum sóust bæði hip hop, house, break dance, tutting, contemporary, fimleikur og nógv annað.

 

Vinnarin gjørdist Elisa Andrésen, ið er bert 12 ára gomul. Vinningurin var 2.500 krónur.

 

– Hetta vikuskiftið vísti, at hetta ikki er seinastu ferð, at kappingin verður hildin. Ómetaliga stuttligt var at síggja tað yngra ættarliðið og teirra hugflog og evnaríku gávur, sigur Petur Petersen, formaður í Dansifrøi.

 

Fyriskipari: Rannvá Klettheyggj

 

Myndatakari: Tóna Fritsdóttir og Dansifrøi.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##