Kona fer í stríð er besti norðurlendski filmurin. Filmurin vann mentanarvirðisløn Norðurlandaráðsins í Oslo í kvøld.
Dómararnir søgdu, at filmurin á stuttligan og leikandi hátt megnaði at viðgera stórpolitiskar spurningar og privatar hendingar í lívinum hjá høvuðspersóninum.
Leikstjórin, Benedikt Erlingsson, nýtti høvi at heita á politikkararnar, sum sótu í salinum, um at taka avbjóðingarnar í klimapolitikkinum í álvara.
Kona fer í stríð er ein filmur um Hallu, ein kvinna í 50-árunum, sum fer í hernað móti aluminiumvinnuni í Íslandi, sum er í ferð við at oyðileggja land hennara.
Sjónleikarin Jakob Oftebro, sum í 2014 fekk málvirðisløn hjá Norrøna felagnum, handaði virðislønina.
Hini tilnevndu vóru:
Ravnene hjá Jens Assur.
Armomurhaaja hjá Teemu Niiki
Vinterbrødre hjá Hlynur Pálmason og
Thelma hjá Joachim Trier