Besti prísur 42,10 krónur fyri kilo

Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya tilsamans 62,7 tons, og samlagdi miðalprísurin var 19,25 krónur fyri kilo.

Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya tilsamans 62,7 tons av fiski á uppboðssølu. Fiskurin varð seldur fyri stívliga 1,2 miljónir krónur, sum gevur ein samlaðan miðalprís á 19,25 krónur, sum má sigast at vera ein rættiliga góður miðalprísur.

 

Umleið 22 tons vóru av toski, harav mest var av toski 4, sum fekk miðalprísin 14,26 krónur fyri kilo. Tað var tó hin størsti toskurin, sum hevði besta miðalprísurin, 20,62 krónur fyri kilo.

 

Umleið 19 tons vóru av hýsu, mest av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 18,78. Størsta hýsan hevði besta miðalprísin, sum var 19,18 krónur fyri kilo.

 

Í morgun seldi Fiskamarknaði Føroya eisini 8,3 tons av kongafiski, og her var besti miðalprísur 19,50, sum var fyri kongafisk 2.

 

Nøkur tons vóru eisini av svartkalva og havtasku. Svartkalvin táttaði í 40 krónur fyri kilo, og kongafiskurin lá beint niðanfyri 20 krónur fyri kilo.

 

Hægsti prísur á uppboðssøluni í morgun var 42,10, sum var fyri dýrasta svartkalvan. Lægsti prísur var 3,10 krónur fyri kilo, sum var fyri 11 kilo av skrubbu.