Bestu umstøður til ítróttin – eisini smáu greinarnar

Í Tórshavnar kommunu eru umstøðurnar til ítrótt sum heild góðar. Men ikki fyri allar greinarnar. Tað skal gerast betri

Tórshavnar kommuna hevur altíð gingið høgt uppí ítróttin, men nakrar av smærru og nýggjaru ítróttargreinunum hava ikki góðar karmar. Nakrar hava verið noyddar at flakkað runt frá høli til høli, og aðrar hava fingið innivist so langt frá býnum, at tað er trupult hjá teimum, sum skulu íðka, at koma til og frá. 

 

Hetta skal broytast. 

 

Økið ímillum HB-húsið og B36-húsið eigur at verða gagnnýtt – eitt nú við einum bygningi í tveimum hæddum, ið kundi hýst fleiri av smærru ítróttagreinunum, ið eru á veg fram. 

 

Ein annar møguleiki er at loyva smáu ítróttgreinunum og øðrum frítíðarvirksemi inn í Bacalao - ein fínur bygningur, sum kann hýsa nógvum ymsum tilboðum í senn.

 

Øll serfrøði sigur, at børn helst skulu royna seg í ymsum ítróttagreinum – og tá ið ítróttatilboðini eru fleiri í tali, hava tey fleiri møguleikar - eisini tey, sum ikki tíma so væl bóltspæl. At fáa børnini virkin í onkrum, tey tíma er gott fyri børnini, foreldrini og ymsu ítróttagreinarnar.

 

Ein annar máti at stuðla ítróttinum – harímillum smáu greinunum – er við einum frítíðarkorti. Tað tryggjar børnum og ungum eina upphædd árliga frá kommununi, sum tey kunnu brúka til ymiskt frítíðarvirksemi eftir egnum ynski.  

 

Tí í Tórshavnar kommunu skulu øll trívast – eisini tær smærru ítróttagreinarnar,

 

Elin Heðinsdóttir Joensen, valevni fyri Javnaðarflokkin