Vil vita um tað verður bíligari at koyra í Eysturoyartunlinum

Jaspur Langgaard, løgtingsmaður á Toftu, spyr løgmann, um tað verður bíligari at koyra í tunlinum, um landskassin sleppur undan at gjalda veðhald í ár

Tað er Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur sett løgmanni ein grein 52a fyrispurning um prísin fyri at koyra í Eysturoyartunlinum.

Hann spyr soleiðis:

1. Hvussu stóran part av landskassaveðhaldinum í 2025 verður neyðugt hjá Tunnilsfelagnum at brúka?

2. Lækkar tunnilsgjaldið, tá felagið hevur avlop, og hvussu nógv sær løgmaður fyri sær, at gjaldið lækkar?

3. Hvussu metir løgmaður, at ein slík príslækking hevði ávirkað inntøkurnar hjá Tunnilsfelagnum?

Í viðmerking til fyrispurningin sigur Jaspur Langgaard, at tað ikki er staðfest, hvussu nógv landskassin faktiskt verður noyddur at gjalda í veðhaldi í 2025 – metingarnar síggja út til at benda á, at tað kunnu verða 0 krónur, um ferðslan heldur fram at vaksa, sum hon hevur gjørt.

– Ferðslan í Eysturoyar- og Sandoyartunlunum er vaksin nógv seinastu árini, og hetta vísir, hvussu týdningarmiklar hesar samferðsluverkætlanir eru vorðnar fyri bæði borgarar og vinnu. Samstundis vita vit frá altjóða kanningum, at prísurin fyri at koyra hevur beinleiðis ávirkan á ferðslumynstrið.

– Hetta merkir, at lægri gjøld føra til størri ferðslu, og at inntøkurnar hjá felagnum tí kunnu vera umleið tær somu, hóast kostnaðurin fyri bilførarar verður lækkaður, sigur Jaspur Langgaard.

– Tí er tað natúrligt at seta spurningin, hvussu stóran part av landskassans veðhaldi neyðugt verður hjá felagnum at taka í nýtslu, hvørt og hvussu nógv prísurin kann lækkast, tá felagið fær avlop, og hvussu ein møgulig príslækking síðan hevði ávirkað inntøkurnar hjá Tunnilsfelagnum, sigur Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Løgmaður hevur nú tvær vikur at svara spurninginum.