Bet You Are William

Hetta er listanavn hjá Petur Háberg. Hann hevur veruliga gjørt vart við seg í ár og hevur verið á fleiri festivalum og hevur givið útgávu út. Og á Fjarðafestivalinum er møguleiki at hoyra nýggja tilfarið frá spennandi bólkinum

Petur Háberg gjørdist av álvara kendur millum manna, tá hann luttók í Singer/Songwriter kappingini. Síðani er nogv nógv vatn runnið og nógv er hent.

Petur hevur nú sett ferð á tónleikaleiðina og hevur fingið sær listanavnið Bet You Are William. Hetta er, sambært Peturi sjálvum, ein samanrenning á enskum av navninum Petur og millumnavninum William.

PET-U-R: PET verður til Bet, og U verður til You og R verður til Are og so kemur millumnavnið William.


Útgáva

Petur hevur undir listanavninum savnað sær dugnaliga manning. Bólkurin er komin við útgávu og streyk lagið Here We Go Stereo inn á fyrsta pláss í sendingini “15 Teim Bestu” í útvarpinum.

EP útgávan, See Inlaid Heart For Details, er eisini tøk á netinum á www.rockpipitrecords og kostar einans 38 krónur í talgildu útgávuni.

Um fløguna kann stutt sigast; Um árskiftið 07/08 skrivaði Petur undir plátukontrakt við spildur nýggja plátufelagið SP/F Rock Pipit Records, og stutt aftaná fór Petur við bólki í studio. Í tvær vikur vóru teir í Krisstuffstudio í Havn. Síðani er restin tikin upp í studio hjá Hans Poulsen í Keypmannahavn. Óli Poulsen ljóðblandaði fløguna.


Fagnaður

Bet You Are William borgar við einum serligum blandi av poppi og rocki, ið fangar áhoyraran.

Tá Bet You Are William fyrr í ár hevur spælt á Mini G! Og Summar Festivalinum, so hevur bólkurin verið væl fagnaður. Og á Fjarðafestivalinum kemur andaligi rockurin frá hesum spennandi bólkinum eisini í hóskandi rammur.

Bólkurin hevur dygd og orku, torur undirritaði at siga sum ein teirra, ið hoyrdi bólkin á Summar Festivalinum.

Manningin er dugnalig og á palli eru tað kanska serliga Bartal á guitari, og ikki minst Eyðun á bassi, ið ein leggur til merkis.

Og sum fremsti maður hevur Petur bæði tónleikadygdirnar í lagi og evnini at skapa eitt ”Image”, og tað skal eisini til.



FAKTA

Bólkur:

Hanus Mikal Andreassen: ljómborð

Bartal Augustinussen: el-gittar

Eyðun Johannesen: bass

Andreas Dalsgaard: trummur

Petur Háberg: sang, kassagittar og el-gittara