Bet You Are William á Fjarðafestivalin

Petur Háberg verður aftur í ár millum nøvnini á Fjarðafestivalinum Skjótt fløguaktuelli Bet You Are William verður at hoyra á Fjarðafestivalinum í ár. Petur William Háberg spældi í fjør eina tí bestu konsertina á festivalinum. Ì oysandi regni stóð han har og sparkaði hágóðskurockin langt inn millum Fjarða við eini kraftmiklari konsert. Og frá fyrireikarunum verður sagt, at tey rokna ikki við nøkrum minni í ár.