Konsertin verður mikukvøldið 3. desember Nú er ikki nógv meir enn ein vika til spennandi rock-konsertin við Kutless verður í Kelduni í Skálabotni. Fyrireikararnir í GJAMMA boðað nú frá, at tónleikaáhugað hava nú eina eyka grund til at fara til konsert. Kl. 20 mikukvøldið 03. desember fer eitt hitt fremsta navnið innan føroyskan pop-rock: Bet You Are William á pallin fyri at hita upp til stóru rock-konsertina hjá Kutles. Bólkurin við serstaka navninum, sum vísir á høvuðsmannin í bólkinum ? Petur William Háberg ? eigur nøkur av størstu hittunum, sum hava verið at hoyrt í bæði Rás2, Útvarpi Føroya og stereoannleggunum kring landið í ár. Løgini ?Here We Go ? Stereo? og ?Dynasty? hava toppað almenna føroyska hittlistan hjá KVF ? ?15 tær bestu?. Nýggjasta staklagið ?Slick Sense? er eisini nógv at hoyra. Nýggja plátufelagið ?Rock Pipit Records? arbeiðir annars av øllum alvi við at fáa fløguna hjá Bet You Are William á marknaðin, og væntast hon at koma til landið í hesari vikuni.
Konsertin við Kutless ? og nú eisini Bet You Are William kostar 285 kr. í forsølu. Atgongumerki kunnu keypast í forsølu á heimasíðuni www.GJAMMA.com.