Eftir at hava ligið í toppinum á føroyska almenna hittlistanum alt summarið og heystið,er komandi fløgan hjá Bet You Are William nú farin til prentingar. Eftir at hava ligið í toppinum á føroyska almenna hittlistanum ?15 tær bestu? hjá KVF gjøgnum alt summarið og heystið, við løgunum ?Here we go Stereo? og ?Dynasty?, er komandi fløgan hjá Bet You Are William nú farin til prentingar. Upptøkurnar vóru gjørdar í Kristuff-studio fyrst í hesum árinum. Hans Poulsen, Petur W. Háberg og Óli Poulsen hava síðani arbeitt við at seta tilfarið saman til eina spennandi fløgu. Tað er nýggja plátufelagið Rock Pipit Records, sum gevur fløguna út.
Bet You Are William var annars einasti bólkur sum eins og undanfarna ár spældi á øllum føroysku festivalunum í summar, og má sigast at móttøkan av fyrstu og næstu stak-løgunum var sera góð. Triðja stak-lagið ?Slick Sense? er júst komið í umfar í KVF.
Ótolnir lurtarar kunnu fara inn á heimasíðuna hjá platufelagnum og taka stakløgini umframt okkurt eyka-lag niður ? adressan er www.rockpipitrecords.com .
Fløgan væntast at vera í handlunum um einar 2 vikur.