Betala ikki fyri at flyta í Suðuroyar Sparikassa

Ímeðan allir hinir peningastovnarnir taka gjøld fyri at flyta pening fyri fólk, ger landsins minsti tað ikki

Pengaflytingar

Tað elvdi til ávísa misnøgd, tá ið peningastovnarnir fyri eini tíð síðani fóru at taka pening fyri at flyta pening fyri fólk.
Leingi kundu fólk gjalda rokningar ókeypis ígjøgnum peningastovnarnar, men hesa seinastu tíðina hava teir altso lagt gjalda á hesa tænastuna.
Og gjaldið merkist, tí tað er heilt upp í 10 krónur fyri eina flyting innanlands.
Annars hevur tað heilt leingi kostað at flyta pening uttanlands.
Viðmerkjast skal tó, at peningasovnarnir eisini hava eina skipan í nevnist V&T, tað er ein skipan, har fastar rokningar verða fluttar ókeypis, eitt nú SEV, Olja, Sjúkrakassi, Telefon o.s.fr. og hendan tænastan er ókeypis.
Tað er sostatt bert tær vanligu flytingarnar, sum verða gjørdar við kassarnar, sum kosta.
Men tað hevur eisini vakt ans, at landsins minsti peningastovnur hevur hildið, at hann hevur klárað seg uttan hesi tænastugjøld.
Suðuroyar Sparikassi tekur nevniliga onki gjald fyri at flyta pening fyri fólk, heldur ikki fyri tær vanligu flytingarnar, sum verða gjørdar innanlands.
Einastu flytingar, sum Suðuroyar Sparikassi tekur tænastugjald fyri, er fyri at flyta pening uttanlands.
Og tað skilst, at tað hevur elvt til misnøgd hjá viðskiftafólki hjá hinum peningastovnunum, at teir kenna seg noyddar at taka avgreiðslugjald fyri at flyta pening fyri ymsar rokningar, samstundis sum landsins minsti og peningaveikasti peningastovnur ikki heldur tað verða neyðugt- í hvussu so er ikki fyribils.
Og samstundis er útlánsrentan hjá Suðuroyar Sparikassa kappingarfør við rentuna hjá hinum peningastovnunum, í hvussu so er, hvat í sethúsalánum til 1. veðrætt viðvíkur, er rentan í Suðuroyar Sparikassa tann sama sum í hinum peningastovnunum. Og av øðrum lánum er rentan yvirhøvur tann sama.
Mikkjal Sørensen, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, enn hevur Sparikassin gjørt av ikki at taka tænastugjøld.
Hann vísir tó á, at allir peningastovnarnir arbeiða við at taka V&T skipanina av og ístaðin at seta eina BS (Betalingsservice) í verk.
Hetta er ein skipan, sum fólk kunnu melda seg til, so at peningurin fyri allar fastar flytingar, SEV, telefon, olju o.sf.r verða fluttar av kontuni.
? Hendan skipanin verður ókeypis fyri viðskiftafólkini. Og tá ið hon er sett í verk, kanska einaferð í heyst, fer Suðuroyar Sparikassi at taka spurningin um tænastugjald á teimum flytingum, sum eru eftir og sum verða gjørdar við kassan.
Tað eru tey, sum undrast á, at Suðuroyar Sparikassi hevur ráð til at lata vera við at taka hesi tænastugjøldini, tá ið hann er nógv minsti peningastovnur í landinum.
Í fjør var yvirskotið ikki meiri enn 2 milliónir, fyri skatt og í fyrrárið var tað 2,5 milliónir.
Ein skuldi tískil trúð, at Sparikassin stóð rættiliga veikur, tí samstundis fíggjar hann vinnulív og við so lítlum yvirskoti, skal ikki nógv ganga galið.
Men hesum afturvísir stjórin.
Hann sigur, at Sparikassin er væl fyri, tí umframt yvirskotið, hevur Sparikassin hvørt ár sett av ímóti tapi og nú hevur Sparikassin átta milliónir til taks, sum eru settar til viks at standa ímóti við, umframt ein eginpening upp á 35 milliónir skuldi hann fingið tap av viðskiftafólkum. Eginpeningurin hjá Sparikassanum verður eisini líka vælrentaður sum hjá øðrum peningastovnum So gongur tað galið hjá onkrum av viðskiftafólkunum, skuldi tað ikki ávirka Sparikassan, sigur Mikkjal Sørensen.