14. desember 2020 varð støðan við atliti at koronu um jóltíðir tikin upp av myndugleikunum á tíðindafundi, har nýggj koronutilmæli vórðu løgd fram. Millum annað varð boðað frá, at Gudstænastur verða avlýstar jólaaftan og jóladag, og mælt var samkomum til at gera tað sama.
Nú boðar brøðrasamkoman Betesda í Klaksvík frá, at tiltøk í salinum í Betesda eru avlýst. Boðini eru soljóðandi:
"Kæru systkin.
Leiðslan í Betesda hevur endurskoðað støðutakanina til, hvussu vit handfara korona og er komin til ta niðurstøðu, at øll tiltøk í salinum verða avlýst árið út.
Vinarliga kunnið tey, sum ikki fáa hesi boðini við, um hetta.
Latið okkum minnast hvønn annan í bønum okkara."