Í mong ár hevur verið siðvenja, at Ebenezer fær vitjan úr samkomuni Betesda í Klaksvík stutt eftir nýggjár. Endamálið við hesum vitjanum hevur verið og er framvegis at boða evangeliið um Jesus Kristus í talu og sangi. Á møtinum sunnukvøldið kl. 18 luttaka Levi Joensen og aðrir við talu og vitnisburði. Betesdakórið, stjórnað av Árna Jacobsen, syngur.