Betong poppur og langur ormur

Prix Føroyar 2001: Fyrsta undanumfar av Prix Føroyar 2001 var í Vági leygarkvøldið og vinnari gjørdist Clickhaze. Saman við teimum tryggjaði útisetabólkurin Týr sær pláss í finaluni

 

Dagfinn Olsen


Í fagrasta veðri gjørdu tónleikarar, viðhaldsfólk, tøkningar, fyrireikarar, útvarps- og sjónvarpsfólk og onnur innrás í Vágsbygd leygarkvøldið.

Og ikki sørt, at fólkatalið í Suðuroynni vaks í vikuskiftinum. Í Øravík helt Tjóðveldisflokkurin fund ? suðuroyingar fingu tó onga oljuhavn, men eina væl smurda prixkapping. Onkur vildi vera við, at ikki øll sluppu við Smyrli fríggjakvøldið, men hetta eru óváttað tíðindi. Men víst er, at innrás var í oynna.

Orsøkin var, at hóast Prix Føroyar hevur verið tríggjar ferðir áður, so var hetta fyrsta ferðin, at kappingin vitjaði Vág. Fyrsta undanumfar av kappingini í 2001 var í Vági leygarkvøldið og eydnaðist væl. Sum væl upplagdi frásøgumaðurin Leif Láadal segði, so klæddi tað Prix Føroyum at vera í Vági og hesum tóku áhoyrararnir ivaleysir undir við.

Og so byrjaði skráin, sum í stóran mun var merkt av tungum tónum. Vágur stóð í tekini rocksins leygarkvøldið og við høvuðsfyrireikaranum Fróða Vestergaard á odda, varð hol sett á fyrsta prix umfarið og hildið verður fram, til finalan verður í Norðurlandahúsinum í apríl.


Big guitars

Fyrstir á pallin vóru Diatribes. Teir eru gamlir kenningar í Prix Føroyar høpi og rukku finaluna seinast. Teir eru veteranar og millum seriøsu og vælleikandi rockbólkarnar í landinum.

Teir løgdu út við fullsettum palli við kønari guitarhjálp frá feðgunum Ólavi og Flóvin. Eitt akkustiskt lag við fleiri kassaguitarum. Flott og væl ljómaði. Síðani hildu Diatribes fram við tónum, ið fólk meira seta í samband við bólkin, nevniliga harðari rock. Væl spældur rockur við breakum og taktum, ið ikki altíð eru so líkatil. Dugnaligir menn og væl samanspældir.

Limirnir í Diatribes settu hol á kvøldið og tað kann vera ein tung uppgáva. Og sum limirnir seinni staðfestu, so duga teir væl at velja nummar eitt, meðan teir í aðrar mátar kundu hugsað sær at havt lættari við at røkka hetta tal.


Vantandi armur og langi ormur

Næsti bólkurin á pallin nevndist Týr. Ein útiseta bólkur við royndari manning úr Wolfgang og Wild Child. Frásøgumaðurin upplýsti, at Týr er guður, ið vantaði ein arm og at hetta vóru harðir fýrar, ið nú stóðu á palli.

How far to Asgaard, spurdi bólkurin í fyrsta lagnum. Talan var um rock, ið var spældur av monnum, ið duga sítt handverk. Týr spældi bert 3 løg, men tey vóru lang. Og ?langt? var júst eitt av lyklaorðunum hjá Týr.

Øll tyktust at bíða eftir rock útsetingini av Orminum Langa. Og longi var at bíða. Og so kom Ormurin og langur var hann. Men góður. Manningin í Týr rockaði, so tað stóð eftir í.

Týr stóð fyri eini harðari og góðari framførslu. Rockur, brotin úr føroyskum bergi og við føroyskum stevi.

Pallframførslan var góð og við Pól Arna við mikrofonina rukku teir í Týr út um pallkantin. Væl og virðiliga og fólkið var nú komið í rætta lagið.


Feedback eru back

I will be back, segði Arnold einaferð. Nólsoyingarnir í næsta bólkinum komu eisini back ? Feedback!

Jú, vit hava sæð og hoyrt teir áður í Prix Føroyar kapping og teir vóru aftur leygarkvøldið. Og teir halda fast við stílin.Teir leika melodiøsan rock uttan tað stóra hóvastáki.

Tað merktist, at bólkurin hevur tikið seg fram.Hetta, hóast manningin ikki segði seg hava vant so nógv, sum teir fegnir vildu havt. Men við skjúrtum, brillum og hattum tóku Feedback pallin og komu við eini framførslu, sum man teljast millum teirra bestu og eisini teir megnaðu at fáa áhoyraran við.


?Bara sakin?

Síðani trinu tríggir ungir mans á pall. Saman nevnast teir Multiple Choice. Ikki nógvir á palli og ungir, gamaní. Men manningin megnaði at fylla væl út og tað ljóðaði væl og sum um, at tað vóru fleiri á pallinum.

Glaður rockur, ið swingaði. Og fólk tóku undir. Stuttligt og fangandi hjá áhoyrarum var, tá teir móti endanum sungu ?..bara sakin?.

Jú, bólkurin var bara sakin. Og ivaleyst ein manning, sum vitjar aftur, tá vit náa inn í framtíðina.


Betong poppur

Ein av stóru bólkunum til seinastu kapping, gjørdist samtakið Clickhaze. Orsøkin til heitið samtak er, at her eru savnað góð nøvn úr øðrum bólkum. Við Petur Jensen og Eivør Pálsdóttir á odda náddi bólkurin finaluna í 1999 og ikki er ov nógv sagt, at fólk væntaði sær eitthvørt av hesum bólkinum, nú hann aftur var við.

Sambært Petur Jensen, so hevði bólkurin í ermunii tað, ið hann vildi kalla betong pop.

Og væl smurdir komu frontfigurarnir á pall, saman við manning. Síðani seinast var í hvussu er tann broyting, at kendi bassleikarin Michael Blak, sat handan urguna.

Og beinanvegin sást og hoyrdist, at her var nakað øðrvísi, júst sum mong óivað høvdu væntað. Eyðmerkingin hjá Peturi var møguliga røtt; betong poppur. Ilt at siga, júst hvat slag tónleikurin hjá Clickhaze er.

Men væl leiktur og góð pallframførsla við teimum báðum karismatisku frontfólkunum. Hørð blanding av ymsum: rap, rock, pop, techno. Til tíðir kendi ein seg fluttan aftur í roykfyltu sjeytiárini. Sermerkt.



Sting poppur

Bólkurin B&Z kom á pall. Ein ungur bólkur úr Eysturoynni, ið hevur 3 mánaðir á baki, men er tó ikki stovnaður við prixkappingini í huga.

Og frásøgumaðurin dámdi væl navnið á forsangaranum. Hann kallast nevniliga Leif. Talan er um Leif Anderssen. Hin, tit vita ? beiggi Lenu. Hann er dugnaligur sangari og lagsmiður og vann saman við Lenu og Niclasi herfyri sangkappiingina Vælskapt Brek.

Hinir í bólkinum eru eisini royndir og koma m.a. úr bólkinum Ipkiss.

So gott var í væntu. Og bólkurin borðreiddi eisini við góðum og vælljómandi tónum. Ikki líka hørðum tónum, sum undfarnu bólkarnir. Heldur var talan um pop. Kanska í tráð við Sting, ella okkurt tílíkt. Melodiøsur poppur við góðsku.


Føroysk vágaløg

Holgar og Villmenn komu síðani á pall. Eftir, at tað seinnu árini er alt meira at hoyra av enskum í føroyskum tónleiki, halda hesir garpar seg til føroyskt. Holgar og hinar villu hava vit hitt áður í prixkapping.

Og teir halda stílin. Sín egna. Og ein freistast at siga, at teir eisini halda oyggjastílin. So ella so hómast Tinganest og aðrir góðir vágabólkar í tónleikinum, kryddrað við Creedens. Glaður pop- og fólkarockur. Einki fjas!

Og fólk vóru ikki sein at taka henda møguleika at fáa sær ein ?vanligan? swing-om, eftir at hava fingið hart jarn og betong alt kvøldið. Melodiøst og beint fram og føroyskt.


Gospel við Z-Free

Næst síðsti bólkurin var ein lokalur bólkur ? ein suðuroyar bólkur. Og ein gospel bólkur.

Z-free hevur verið til síðani 1998, tó við skiftandi manning. Manningin í dag er millum 16 og 26 ár og teir leika ymsan tónleik, m.a. rock og funk.

Spurdir løgna spurningin, hvat ein gospel bólkur ger í prixkapping, eru teir í Z-Free skjótir at svara, at hetta er ein góður møguleiki at fáa evangeliið út.

Og bólkurin hevði eina flotta og skiftandi framførslu, frá rocki til funk, og tað var eingin ivi um, at áhoyrararnir tóku undir við hesum bólkinum.


Einki spæl

Síðsti bólkurin nevndist No Play, men hóast hetta, leikti bólkurin. Og væl gekk. Talan er um ungan bólk. Og tríggir av manningini eru úr Multiple Choice.

Tvær ungar sangkvinnur standa fremst í bólkinum, ið ikki tóktist nervaður av at taka dystin upp við allar veteranarnar, ið høvdu leikt frammanundan. Og ungi bólkurin kom væl burturúr framførsluni.

Aftur her kann væntast, at vit seinni hitta limir úr bólkinum á føroyska tónleikapallinum. Tað er í hvussu er at vóna, tí bólkurin gav áhoyrarunum væl eydnaða framførslu leygarkvøldið.


Vinnarar

Fyrireikararnir eiga rós fyri tiltakið í Vági leygarkvøldið. Tætta tíðarskráin helt innanfyri eina rammu uppá einar 5 til 10 minuttir og tað er eitt bragd.

Teir 9 bólkarnir løgdu professionell avrik úr hondum og teir væl kvalifiseraðu dómararnir kundu savnast at finna teir tveir bólkarnar, ið skuldu víðari í finaluna í apríl. Ikki nøkur løtt uppgáva!

Spennandi var at bíða, tí ilt var at meta um og hvørki tónleikarar ella áhoyrarar tyktust samd um, hvussu úrslitið fór at ljóða.

Leif kom at enda við boðskapinum og bólkur nummar 2 gjørdist Týr.

Týr kvitteraði við væl umtókta Orminum og hetta hóvaði áhoyrarunum. Tungu dreingirnir í Týr vantaðu ikki armar, men leiktu so fagurliga. Og áhoyrararnir góvu eisini til kennar, at eisini har høvdu tey flestu tveir armar.

Spennandi løtan var komin: á stóra brævbjálvanum hjá frásøgumanninum stóð NR 1:

Og vinnari gjørdist bólkurin Clickhaze, ið kvitteraði við góðum tónleiki og fegin undirhelt bólkurin við at lata áhoyrarar og dómarar vita, hvussu fegin tey vóru fyri heiðurin. Skemti Petur fegnaðist um, at tær 5000 krónurnar, ið bólkurin hevði latið dómarunum, høvdu givið bonus.

Kappingin, tann fyrsta, og spenningurin var av, og einki hoyrdist um, at nakar ikki tók undir við dómarunum, hóast minst eini 4 nøvn mundu liggja tætt, tá farast skuldi um málstrikuna.

Eitt undanumfar á høgum støði. Vónandi síggja vit líka góðar undankappingar í komandi vikuskiftum. Prix Føroyar er í hvussu er eitt tiltak, ið er føroyskum tónleiki at frama og tiltakið hevur ment seg, eins og tónleikurin. Og kappingin í ár ber eisini boð um, at tað blómar á føroyska tónleikapallinum, tí 38 bólkar hava teknað seg til, og hetta er met.

Kalda og vakra vetrarnáttin tók ímóti áhoyrarum og tónleikarum, eftir lokið kvøld og á klára himmalhválvinum bleiktraðu stjørnurnar. Kanksa tær bleiktraðu á komandi stjørnur.