Bylgjurnar eftir keypið av Amagerbanken hava nú lagt seg, og tær einaferðs útreiðslurnar, sum keypið hevur havt við sær, eru so at siga eitt endað kapittul.
Konverteringin og samansjóðingin av bankanum, serliga nýggjar KT-skipanir, hava verið heldur dýrari enn leiðslan roknaði við, og hevur higartil kostað 60 milliónir í mun til tær mettu 30-50 milliónirnar.
- Men hetta eru útreiðslur, sum ikki koma aftur, og hesar útreiðslur eru í størstan mun avviklaðar í fyrra hálvári, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.
Grundraksturin hjá bankanum er væl betri enn sama tíðarskeið í fjør, og tað merkir, at bankin heldur fast við upprunaligu metingina sum sigur, at avlopið við ársenda fer at liggja millum 150 og 200 milliónir krónur.
Eitt annað, sum hevur drigið niður í roknskapinum hjá bankanum er, at krøvini hjá fíggjareftirlitinum til fastognir eru herd.
- Vit hava ikki nógvar fastognir, men herdu krøvini, sum í veruleikanum merkir, at ognirnar skulu metast eftir tí virði, ið ognirnar hava við sølu innan hálvt ár, hava fingið okkum at niðurskriva eyka 25 milliónir upp á tvær fastognir hjá okkum, sigur John Rajani, stjóri.
Eisini hevur ein tilpassing av Amagerbanken til samtakið kostað 11 milliónir krónur, millum annað í uppsagnarlønum.
Lágt rentustøði
Roknskapurin vísir, at útlánini minkaðu eitt vet í fyrra hálvári.
- Hetta kemst í stóran mun av, at fólk gjalda meira aftur av, enn eftirspurningurin er eftir útlánum. Gongdin vísir, at vit merkja eina framgongd í Grønlandi, lítla framgongd í Føroyum, meðan Danmark vísir eina lítla afturgongd, sigur Janus Petersen.
Framgongdin í Grønlandi kemst av, at bankin hevur megnað at skapt ein stabilitet hjá leiðslu og starvsfólki.
- Hetta saman við teirri sannroynd, at undanfarnu eigararnir ikki vístu so stóran áhuga fyri deildunum í Grønlandi, sigur Janus Petersen.
Lækkað rentustøði merkir eisini minni inntøku upp á útlán, men bankin hevur stórar ætlanir á danska marknaðinum.
- Vit ætla at vaksa í Danmark, men tað skal ikki verða gjøgnum fleiri uppkeyp av bankum. Vøksturin skal tí koma við einum størri kundaskara, segði Janus Petersen fyri stuttum í samrøðu við Børsen.
Samlaðu útreiðslurnar samanborið við inntøkurnar vísa eitt avlop áðrenn skatt upp á 12 milliónir krónur, men sum nevnt heldur bankin fast við upprunaliga metta avlopið tá árið er úti upp á eitt stað millum 150 og 200 milliónir krónur.