Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga

   

Hatur, øvund, vald og óndskapur eru bert nakrar av orsøkunum til ógloymandi sorgarleiðir í okkara veraldarsøgu, ja, eg kann líka gjarna skriva til dagin í dag, tí við hesum fáu orðum leggi eg lunnar undir eitt hjartasuff viðvíkjandi tí longu nógv umrøddu bókini »Skjót journalistin«, skrivað av journalistunum Grækaris Djurhuus Magnussen og Øssur Winthereig.
Panikkur í Fólkaflokkinum, skrivar Sosialurin 25. nov. 03, vísandi til innihaldið í fyrr nevndu bók, ið keldur siga m.a. nágreiniliga lýsa árini, okkara sera væl umtókti løgmaður, Anfinn Kallsberg, var bókhaldari á Frostvirkinum í Norðdepli.
Sjálvan lesnaðin í bókini, prógv og annað, rithøvundarnir siga seg hava fingið til vega, hugsi eg minni um, men harafturímóti beri eg stóran ótta fyri muruni í tveimum journalistum, ið ríða so niðarlaga á øvundar- og hatursstiganum, at teir nýta sína journalistútbúgving til slíka skriving, tó varnast teir ikki, at teir við slíkum atburði klæða seg sjálvar naknar, til lítlan sóma fyri Føroya fókl.
Harrin sigur: Hví sært tú flísina í eyganum á bróður tínum, men ikki bjálkan í tínum egna.
Bókin verður í sølubúð-unum 1. des., sjálvan jólamánaðan. 23. des. er tollaksmessudagur, 24. des. er jólaaftan, 25. des. er jóladagur, tá einglarnir frá Harranum vórðu sendir at boða gleðiboðskapin um Jesu føðing fyri hirðunum á markini, og endaðu við orðunum:
Friður á fold og
í menniskjum góður tokki.

Frið ynskja vit øll, men tíverri mugu vit ásanna, at friður á fold verður neyvan, tí ávís menniskju vilja altíð verða meira hevnisøkjandi enn friðarsøkjandi.