Ein dystur var leiktur í Betrideildini hjá kvinnum í kvøld.
Undir Mýruhjalla á Skála hittust Skála ÍF og 07 Vestur.
Tá 75 minuttir vóru leiktir legði Sara Benjaminsen (myndin) Skála á odda 1-0. 10 minuttir seinni javnaði Sissal Haraldsen fyri 07 Vestur til støðuna 1-1, ið gjørdist úrslitið av dystinum.
Skála ÍF og 07 Vestur hava sjey stig hvør fyri 10 dystir. FC Hoyvík er aftast í deildini við ongum stigi.
Í morgin klokkan 16 tekur oddaliðið, NSÍ móti FC Hoyvík á vøllinum við Løkin í Runavík.