Leitingin eftir tí horvna norska Hercules-flogfarinum varð tikin uppaftur í morgun. Í gjárkvøldið góvust tey at leita, tí veðrið var so vánaligt, men í morgun er betri sýni á leiðini.
Tvær norskar bjargingartyrlur fóru á flog klokkan fimm at leita og seinni fór eitt norskt Orion-flogfar at leita. Eitt serútgjørt flogfar hjá bretska herinum kom til Norðursvøríkis í gjár at taka lut í leitingini.
Seinnapartin í gjár varð fráboðað, at petti av flogfarinum eru funnin báðumegin tindin á fjallinum Kebnekaise, og tað er har, tyrlurnar leita í morgun. Men tað kann vera torført at finna nakað, tí fleiri skalvalop hava verið har, sigur NRK.