Betri umstøður Millum Gilja

Avbjóðingar við parkering síggjast nógvastaðni í kommununi og hóast tað kanska ikki hevur verið mest fokus á parkeringstrupulleikunum Millum Gilja í Hoyvík, so er greitt, at hetta er eitt mál, sum má loysast í komandi býráðssetu.

Mest upplagt er at brúka økið, sum liggur tætt við Flatarvegin, beint við innkoyringina til sjálvan býlingin Millum Gilja. Hetta er eitt óbygt og upplagt økið, góðar 1100 fermetrar til støddar, sum kann geva okkum tilsamans góð 30 parkeringspláss. Umframt parkeringsøkið, so er eisini møguleiki fyri at hava part av økinum sum felagsøkið.

##med2##

Eitt annað, sum ikki so fáir íbúgvar Millum Gilja eru ónøgdir við, eru seinastu broytingarnar hjá kommunalu bussleiðini, sum ikki hava verið til gagns fyri tey, sum búgva í økinum. Her er tørvur á at seta fleiri túrar inn og sum heild at greina og endurskoða ferðslumynstrið nærri, so ávísir býarpartar og borgarar í kommununi ikki detta niðurímillum á hesum økið.

Hesum málum vil eg m.a. arbeiða fyri, um eg fái tín stuðul á býráðsvalinum týsdagin 10. november 2020.