Í gjár vórðu nýggju ljósmastrarnar í Sarpugerði í Norðragøtu royndarkoyrdar.
- Skjótt verða munandi betri ljósviðurskifti á vøllinum í Sarpugerði, skrivar kommunan.
Tær fýra nýggju ljósmastrarnar eru 22 metrar høgar við LED-lampum, sum fara at lýsa á allan vøllin.
- Ljósstyrkin á lampunum kann lættliga stillast eftir ynski, og møguleiki er eisini at tendra og sløkkja einstakar lampur, skrivar kommunan.
Tað er El-Talvuvirkið í Norðragøtu, ið hevur staðið fyri arbeiðinum at seta mastrar og ljós upp.