Í Nesi nú tømist í túni,
har titan var fyrr millum dyr,
nú skiftur er gerandis búni,
og onki fæst svar, um tú spyr.
Nú Betta, tú hirt hevur grúgvu,
er minkað eitt ættarlið,
sum vælgerðir gjørdi í rúgvu
og livdi við granna í frið.
Nú kvirt er um lonina alla,
nú minnir tey kaga úr krók,
har lívið hjá teimum sæst halla,
sum fyrst settu bústað á rók.
Tú vart fyri okkum hin vísa,
sum bar okkum øllum títt vit,
ið fróðskap til lív kundi hýsa
við mildleika eins væl og bit.
Ja, eydnusamt reiður tit áttu
við soni og døtrum tveim,
í tykkara heimi og smáttu,
tit býttu við øll tykkar eim.
Vit takka for løturnar góðu,
vit áttu við tykkara lið,
sum varðar tit fyri oss stóðu,
ið vístu oss ríkari mið.
Her Frits, til húsarhald veiddi,
og Betta við grúgvuna stóð,
og matin av eldstaðnum reiddi,
so lívsgleði um okkum gróð’.
Nú hvíla tit still undir moldum,
nú liggja tit lið undir lið,
eftir lívið og gleði á foldum,
tit eiga í grøvuni frið.
Betta Eið in memoriam Betta Eið in memoriam
*4. aug. 1922 - †22. sept. 2025
Unna & Petur Martin
28. september 2025 kl. 07:20
Mest lisið hesa vikuna
Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina
24. oktober kl. 21:15
Heðin Mortensen vísir tatoveringarnar
24. oktober kl. 15:02
Løgreglan eftirlýsir mann í Havn
14 tímar síðan
Ein stormskaði fráboðaður
25. oktober kl. 09:07
Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík
24. oktober kl. 10:22
Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge
26. oktober kl. 20:45
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Stadig Væk – Tóra Trónd
13 minuttir síðan
Hondbóltur
Pauli bjargaði tveimum brotskøstum í heimasigri hjá Skövde
28 minuttir síðan
Tíðindi
Star Trek og X-men leikari deyður
43 minuttir síðan
Lesarabrøv
Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum
56 minuttir síðan
Hondbóltur
Liðið hjá Janu vann seg til FINAL FOUR í steypakappingini
58 minuttir síðan
Tíðindi
Sernámsdeildin roynir opna telefonráðgeving til dagstovnaøkið
1 tími síðan
Fótbóltur
Mjällby vann fyrsta sigurin í Allsvenskuni síðani 15. august
1 tími síðan
Tíðindi
Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«
1 tími síðan
Tíðindi
Bókaklubbadagur við Streymin
1 tími síðan
Hondbóltur
Maria og liðfelagarnir mundu koppað meistaraliðnum
1 tími síðan
Tíðindi
Felags eplaveltan í Vági: Hálvt tons av eplum býtt út
2 tímar síðan
Tíðindi
Minningarhald verður í Fríðrikskirkjuni
2 tímar síðan