Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum í kvøld.
Í Lollands Bank Arena høllini sóu 842 áskoðarar Paula Mittún, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vinna ein tepran 28-27 sigur á Kjartani Johansen og liðfeløgunum í Vendsyssel. Í steðginum vóru Kjartan og liðfelagarnir á odda 16-13.
Dines Kjeldgaard skoraði sigursmálið hjá suðuroyggjamonnum, tá 16 sekund vóru eftir av dystinum.
Pætur skoraði trý mál og Pauli skoraði eitt mál fyri heimaliðið. Kjartan var við sjey málum næstbesti málskjúttin hjá Vendsyssel.
Team Sydhavsøerne er næstfremst í deildini við 22 stigum. Teir eru bert eitt stig aftanfyri oddaliðið, Skive sum tó hevur spælt tveir dystir færri.
Vendsyssel er nummar 10 við 12 stigum. Talan var um fjórða ósigurin á rað hjá Vendsyssel.











