Ein gamal dreymur gerst nú veruleiki.
Heilt afturi í september 1999 heitti Niels Nattestad á Tórshavnar Kommunu um at fáa nøktandi viðurskifti við fimleikarhøllina á Stórheyggi, við neyðugum parkeringsviðurskiftum.
Ferðslunevndin tók tá beinanvegin undir við hugskotinum, og mælti umframt til, at rekkverk varð sett upp við høvuðsinngongdina. Um miðan ár 2000 samtykti tekniska nevnd at beina málið í mentamálanevndina.
Men har steðgaði málið upp, tí sambært fundarfrágreiðing býráðsins fær mentamálanevndin ikki málið fyrr enn 19. februar 2004.
Tá mæltu trivnaðarstjórin og deildarleiðarin í mentamálum mentamálanevndini til, at tekniska umsitingin, sum umsitur ferðsluspurningar, arbeiðir víðari við áheitanini hjá skúlastjóranum, so fleiri parkeringspláss verða við fimleikarhøllina.
Umsitingin hevur síðani gjørt kostnaðarmeting, og trý uppskot um parkeringsøki eru at velja ímillum. Samtykt er at taka av uppskotinum hjá Sp/f Preben Hansen, sum umfatar 32 parkeringspláss.
Býráðið samtykti í síðstu viku at játta 90.000 krónur til projektering og eftirlit, og arbeiðið verður nú boðið út.