Hvar fer tónleikaídnaðurin? eru heilar útgávur søga, í digitala heiminum, har stakløg eru alt? Og eru fysiskar útgávur enn aktuellar?
Hetta er alt spurningar, ið gjørdust uppaftur truplari at svara, eftir at amerikanska popdrotningin Beyonce valdi at bróta reglurnar fyri hvussu tú gevur tónleik út.
Heilt uttan ávaring gav Beyonce fríggjadagin 13. desember sína nýggjastu og heilt óvæntaðu útgávu út á iTunes. Øll vóru løgini givn út í senn, og í sama umfari gav hon út videoløg til allar skeringarnar á útgávuni, hesi videoløg, umframt trý onnur videoløg, fekk man, tá man keypti útgávuna á iTunes.
Tað eru heilt fastar reglur um, hvussu tú gevur eina tónleikaútgávu út, um tú ert eitt stórt pop- ella rokknavn. Tú letur fyrst eitt staklag til útvarpsstøðir, byrjar at marknaðarføra ógvisliga, heldur so eina útgávuveitslu og sendur fløguna á marknaðin ein týsdag. Á hendan hátt kann fløgan selja frá týsdegi til mánadag, tá hittlistin verður kunngjørdur.
Men við nýggju útgávuni hevur Beyonce brotið reglurnar í so stóran mun, at ein av størstu handilsketunum í USA, Target, noktar at selja útgávuna. Grundgevingin er, at Beyonce hevur valt at geva hana út á iTunes fyrst, og at tey tí ikki eru áhugaði í útgávuni. Men hvørki fjepparar ella Beynonce tykjast at leggja nakað í hetta. Tí útgávan hjá henni selur sum heitt breyð, og er sambært CNN hennara skjótast seljandi útgáva higartil. Aðrar handilsketur, hava heldur ikki smæðst burtur, og hava tikið útgávuna til sín.
Longu eftir trimum døgum lá útgávan nummar eitt á iTunes, við 617.213 seldum eintøkum. Fyrstu dagarnar bar bert til at keypa alla útgávuna, ikki støk løg.
Nakrar dagar seinni 16. og 17. kunngjørdi Beyonce, hvørji fyrstu stakløgini av útgávuni vóru og gav løgini XO og Drunk in Love út, sum fyrsta og annað staklag - eisini eitt heilt óvanligt stig.
Eftir eina viku á marknaðinum vóru fleiri enn ein millión eintøk av útgávuni seld kring heimin, sambært CNN.
Nýggjasti Billboard hittlstin fyri mest seldu útgávur, vísir, at Beyonce kemur beint inn á eitt fyrsta pláss.
Nógv í tónleikaídnaðinum eru tikin á bóli, av hvuss Beyonce hevur megna at selja so nógv eintøk, uttan stórvegis marknaðarføring. Hon kunngjørdi nevniliga bara á sínari instagram síðu, at hon hevði givið útgávuna út, og gjørdi onga lýsingarherferð. Men júst hetta hevur verið við til, at boðskapurin er breiddur út, frá munn til munni, og umvegis sosialu miðlarnar, umframt, at miðlar kring allan heimin hava skriva um hesa útgávuna.