– Vit eru á gjáini til eina risastóra broyting, segði songkvinnan Beyoncé leygardagin á einum veljarafundi í Texas. Stjørnan gevur sín stuðul til Kamala Harris undan forsetavalinum í november. - Mynd: Marco Bello

Beyoncé stuðlar Kamalu Harris

Amerikanska superstjørnan Beyoncé stuðlar Kamala Harris, sum er forsetavalevni hjá Demokratunum til valið í USA, skrivar Reuters

– Vit eru á gjáini til eina risastóra broyting, segði songkvinnan Beyoncé leygardagin á einum veljarafundi í Texas. Stjørnan gevur sín stuðul til Kamala Harris undan forsetavalinum í november. - Mynd: Marco Bello

Í nátt okkara tíð fór Beyoncé á pallin á veljarafundinum hjá Harris í Houston í statinum Texas. Houston er heimbýur hjá sangarinnuni.

Væntað varð, at Beyoncé fór at geva sín stuðul til Kamala Harris á stevnuni, sum í stóran mun snúði seg um rættin til fosturtøku.

Sangarinnan hevur eisini áður stuðlað demokratiskum valevnum til amerikanska forsetavalið.

Seinast stuðlaði hon núverandi forsetanum í USA, Joe Biden, í sambandi við valið fyri fýra árum síðani.

/Ritzau/