Undir fríggjadagsbønini í iranska høvuðsstaðnum Teheran í dag, kallaði ovasti iranski leiðarin, ayatollah Ali Khamenei, amerikanska forsetan, Donald Trump fyri eina "klovn".
Hetta er ikki fallið í góða jørð hjá amerikanska forsetanum, sum á Twitter í dag hevur ávarað iranska leiðaran og biðið hann ansað eftir, hvat hann sigur.
- Hin sokallaði stórlátni leiðarin í Iran, sum ikki hevur verið so stórlátin í seinastuni, hevði ljótt at siga um USA og Evropa.
Donald Trump vísir á Twitter á, at tað fíggjarliga gongur niður á bakka í Iran, og fólkið er fyri líðingum. Tí eigur ayatollah Ali Khamenei at vera sera ansin um orðini.
##med2##