Myndugleikarnir í Bretlandi mæla nú øllum bretskum ríkisborgarum til at fara úr Sýrialandi alt fyri eitt. Tey, sum ikki fylgja tilmælinum, skulu ikki vænta at fáa hjálp frá sendistovuni í Damaskus, um støðan í landinum versnar. Tað sigur uttanríkisráðið í London.
Danska uttanríkisráðið hevur fyrr mælt donskum ríkisborgarum í Sýrialandi til at umhugsa at fara haðani fyribils. Samstundis ræður uttanríkisráðið øðrum donskum ríkisborgarum frá at fara til Sýrialands.
Tíðindastovurnar skriva, at støðan í Sýrialandi er versnað teir seinastu dagarnar, eftir at trygdardeildirnar hjá Bashar al-Assad, forseta hava hert framferðina ímóti mótmælisfólkinum.