Fyrr í ár hevur B68 tvær ferðir vunnið fulla úrtøku ímóti FC Suðuroy. Á Svangaskarði endaði tað við 2-0, og á Vágseiði vunnu toftamenn 3-0.
Stóri trupulleikin hjá FC Suðuroy fyrr í ár var, at tað gekk so illa at skora mál. Í dag endaði tað 1-1, og tað var FC Suðuroy, sum legði seg á odda. Tað var í 22. minutti, at Bjartmar Holm legði gestirnar á odda. Bjartmar Holm er miðverji, og tað var vorðið sum mál, sum hann skoraði, tá ið hann fyrstu ferð yvirhøvur var málskjútti í bestu deildini.
25 ára gamli miðverjin, sum í dag fyri 11. ferð var á besta liðnum, dró fram mitt fyri, og tá ið hann var 10 metrar frá brotsteiginum smekkaði hann til, og bólturin streyk eftir vøllinum og dygst inn við stólparótini.
Hetta var í 22. minutti, og FC Suðuroy leiðslan helt í 10 minuttir. So javnaði heimaliðið.
Heimaliðið hevði í fyrra hálvleiki fríska vindin undan. Bárður Ó. Jensen, sum nú fer av landinum í lestrarørindum legði við horna innfyri úr høgru. Bólturin fór tætt málinum, men málverjin sá út til at hava fatur á bóltinum, sum tó fór í málið, og á dómaraseðlinum er málið skrásett at vera sjálvmál.
Báðir partar løgdu nógv fyri í roynd at skora sigursmálið, og talan var um einstakar spentar støður í brotsteigunum, men tað vóru ikki nógvir upplagdir málmøguleikar.
-Vit løgdu ikki væl fyri, men vit stríddu okkum væl inn aftur í dystin, og eftir leiklok iðra vit okkum um, at tað ikki eydnaðist at skora sigursmálið, tá ið vit í tíðini, sum dómarin legði aftrat, høvdu góðar møguleika, segði Bárður Ó. Jensen í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM útvarpinum.
-Vit eru nøgdir við úrslitið. TB vann eitt stig á Eiði í gjár, og tí var tað týdningarmikið hjá okkum at vinna í hvussu so er eitt stig, og at vinna tað á útivølli ímóti B68, sum vit fyrr í ár hava tapt tvær ferðir ímóti, er avgjørt góðtikið úrslit, segði Pætur Augustinussen, sum er liðformaður hjá FC Suðuroy.
Úrslitið ber við sær, at FC Suðuroy nú er tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, og at tað framvegis eru seks stig frá B68 og aftur til FC Suðuroy.
Sunnudagin verður FC Suðuroy aftur gestur á Skálafjørðinum. Tá verður NSÍ mótstøðuliðið.
Sunnudagin fer B68 í Gundadal at spæla ímóti B36.
B68 – FC Suðuroy 1-1 (1-1)
0-1: Bjartmar Holm 22.
1-1: Sjálvmál 32.
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ó. Jensen, Jákup N. Vilhelmsen, Bárður Ó. Jensen – Patrick Mensah, Hanus Højgaard, Sebastian Lau Nielsen – Leivur F. Guttesen, Emanuel Kulego, Djóni Samuelsen
FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Hunter Bell, Jimmy Abdul, Bjartmar Holm, Owusu Emmanuel Andorful – Pætur Augustinussen, Jákup Joensen, Salmundur Bech, Dánjal Godtfred, John Villi Wøldike Leo – Fríði Holm