Bíða bara eftir dystinum

Landsliðið hevur havt seinastu venjingina undan landsdystinum. Enn eru ivamál

Landsliðið hevði í morgun sína seinastu landsliðsvenjing undan landsdystinum móti Grikkalandi. Hallur Hansson hevur meldað seg kláran, men vandi ikki við alla venjingina. Enn er eisini ógreitt hvør skal spæla á høgra bakki og vinstra bakki.

 

Lars Olsen, landsliðsvenjari, boðaði frá á tíðindafundinum, at Fróði Benjaminsen verður við frá byrjan. Sostatt spælir hann sín dyst nummar 84 og setir nýtt landsliðsmet. Hann tekur metið hjá verjukempuni, Óla Johannesen.

 

Hallur Hansson hevur meldað seg kláran til dystin. Hóast tað, so vandi hann ikki verið fullari ferð í dag. Einastu ivamálini tykjast í løtuni vera um hvør skal spæla á høgra bakki og hvør skal spæla á vinstra bakki. Jóhan Troest Davidsen, Bárður J. Hansen og Gilli R. Sørensen tykjast berjast um tey bæði plássini.

 

Annars eru bæði spælararnir og venjarin væl nøgdir við venjingarnar upp til dystin. Lagið er gott í hópinum og tú hómar eisini, at spælararnir veruliga gleða seg til dystin. Somuleiðis var regnið og kaldi vindurin avloystur av eitt sindur av sól í morgun. Ótrúligt, men satt!

 

Landsdysturin millum Føroyar og Grikkaland verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Bæði in.fo og Rás2 hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.

 

Meting um liðið: Gunnar Nielsen - Bárður J. Hansen(Jóhan Troest Davidsen), Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Gilli Sørensen(Jóhan Troest Davidsen) - Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson(Róaldur Jakobsen), Brandur H. Olsen - Sølvi Vatnhamar, Christian L. Holst - Jóan Símun Edmundsson