Bíða við mentanarvirðisløn Nólsoyar Páls

Mentanarvirðisløn Nólsoyar Páls hevur verið handað í samband við nýggjárshaldið á Posthúsinum í Klaksvík nýggjársaftan í trý ár á rað.

 

Veðurviðurskifti hava verið sera ymisk hesi árini, nýggjárshaldið hevur verið á Posthúsinum í Klaksvík, og Klaksvíkar kommuna og Norðoya Kunningarstova hava í ár havt høvi at endurskoða tiltakið, og hava avgjørt, at nýggjárshaldið á Posthúsinum ikki verður í ár.

 

– Men komandi ár verður nýggjárshaldið aftur, tó í broyttum líki. Tað kemur at vera skipað sindur øðrvísi við øðrum innihaldi, skrivar Klaksvíkar kommuna í morgun.

 

Mentanarvirðirløn Nólsoyar Páls, sum tí skuldi verið handað nýggjársaftan í ár, verður handað fyrst í komandi ári. Í tí sambandi verður annað mentanartiltak, sum meir verður at hoyra um seinni.