Komandi forsetin í USA, Joe Biden, fer týsdagin at avdúka tey fyrstu nøvnini á ráðharraliðnum, sum hann hevur valt til stjórn sína.
Tað sigur komandi stabsstjórin hjá honum, Ron Klain, í eini sjónvarpssamrøðu í dag.
– Men um tit vilja vita, hvørji nøvnini eru, og hvør skal vera í hvørjum ráð, so mugu tit bíða, til komandi forsetin sjálvur fer at siga tað týsdagin, sigur Klain sambært Reuters við ABS News.
Í síðstu viku nevndi Biden, at hann longu hevur valt fíggjarmálaráðharran.