Joe Biden hevur tilnevnt demokratisku kongresskvinnuna Deb Haaland til starvið sum innanríkisráðfrú.
Tað upplýsir skiftisliðið hjá Joe Biden.
Haaland, sum hevur verið limur í Umboðsmannatinginum úr New Mexico síðani 2019, verður fyrsta upprunafólk í USA, sum skal leiða eitt aðalráð.
Hon fær eisini politiska myndugleikan yvir samveldis reservatum, sum húsa tilsamans 578 samveldis viðurkend stammusamfeløg.
60 ára gamla Haaland, sum er av Laguna Pueblo-fólkinum, hevur nú kós ímóti aðalráðnum við 70.000 starvsfólkum.
Biden hevur boðað frá, at hansara stjórn verður tann mest fjølbroytt samansetta í USA í søguni.
Í Kongressini hevur Haaland havt serligt fokus á at bøta um korini hjá stammusamfeløgunum, sum búgva í reservatum.
Tað hevur hon júst gjørt í sambandi við koronuvirusfarsóttina, sum hevur rakt innføddu amerikonsku familjurnar fyrilitaleysa hart.
Áðrenn tíðindini um Haaland bórust, langaði hon eftir Trump á Twitter.
– Upp á fýra ár hevur Trump svikið upprunafólkið og brotið nógv lyfti, skrivar Haaland á Twitter.
– Ta- verður enn verri av, at stjórnin ikki megnar at taka farsóttina í álvara. Eg gleði meg til at blaða eitt blað í bókini og sleppa burtur úr hesum døkka kapitli.
The Washington Post vóru fyrst at skriva um tilnevningina av Haaland.
Biden hevur eisini tilnevnt Michael Regan, sum er leiðani politikari í North Carolina í umhvørvismálum, at stjórna amerikanska umboðnum fyri umhvørvisvernd (EPA).
Um hann verður góðtikin í Senatinum, verður Regan tann fyrsti svarti leiðarin í EPA.
Harumframt verður hann ein lyklapersónur í royndunum hjá Biden at broyta politisku kósina hjá USA í sambandi við veðurlagsbroytingar.
Mánadagin í hesi vikuni váttaðu valmenninir í øllum statum sigurin hjá Joe Biden.
Hann fekk sum vætnað 306 valmansatkvøður, meðan Trump fekk 232. Tað skulu 270 til fryi at verða valdur sum forseti í USA.
/ritzau/Reuters