Fyrrverandi amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur fyri fyrstu ferð alment gjørt viðmerkingar um sína krabbasjúku.
Hann sigur, at hann følir seg væl.
- Útlitini eru góð, og tað gongur frameftir, segði hann í dag.
Joe Biden hitti tíðindafólk í sambandi við almenna hátíðardagin, Memorial Day, har fólk í USA minnast tey, sum lótu lív í tænastu.
- Fyrrverandi amerikanski forsetin helt eina røðu í síni heimstati, Delaware, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.