Biden vissar Ukraina um stuðul til fullveldi

Forsetarnir í USA og Ukraina hava tosað um kreppuna um Ukraina. Teir stuðla báðir diplomati og ræðing

í kvøld hava amerikanski forsetin, Joe Biden, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, tosað saman í telefon um støðuna.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, og amerikanski forsetin, Joe Biden, hava tosað um Ukraina í telefon í umleið 50 minuttir í dag. - Foto: Gints Ivuskans, Jim Watson/Ritzau Scanpix

Samrøða teirra er dagin eftir, at Biden tosaði við Vlademir Putin, russiska forsetan, um kreppuna.

Biden og Zelenskyj eru samdir um at fylgja bæði »diplomati sum ræðing« í royndunum at loysa kreppuna.

Tað sæst í boðum, sum eru almannakunngjørd úr Hvítu Húsunum.

Russland hevur yvir 100.000 hermenn við Ukraina, og Vesturheimurin óttast, at Russlandi fer at gera innrás í Ukraina.

Hesum vísir Putin aftur, sum hinvegin brúkar hermenninar til at kroysta viðurkenningar úr Nato.

Putin vil hava vissu fyri, at Ukraina ikki verður limur av vesturlendsku verjusamgonguni.

Undir samrøðuni í dag vissaði Biden Zelenskyj um, at USA stuðlar fullveldi hjá Ukraina og ræði yvir egnum øki.

Amerikanski forsetin segði, at USA og tess sameindu vilja svara skjótt aftur upp á eitt hvørt russiskt álop á Ukraina, skrivar tíðindastovan dpa.

Tað eru um so verður tiltøk, sum Vesturheimurin er fyrireikaður upp á móti Russlandi.

/ritzau/AFP

 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, og amerikanski forsetin, Joe Biden, hava tosað um Ukraina í telefon í umleið 50 minuttir í dag. - Foto: Gints Ivuskans, Jim Watson/Ritzau Scanpix