Biden, Zuckerberg og Freeman sleppa ikki til Russland

Joe Biden, Mark Zuckerberg og Morgan Freeman fáa ikki innferðarloyvi til Russlands.

 

Teir eru millum teir 900 amerikanararnar, sum hava fingið forboð ímóti at ferðast til Russlands.

Teir standa á einum lista, sum russiska uttanríkisráðið hevur almannakunngjørt í dag.

Tað skrivar tíðindastovan AFP.